Neistaleikararnir Julian Jónsson Kragesteen og Dánjal Ragnarsson hava
báðir fingið nýggjar avbjóðingar komandi kappingarár. Julian ferð til Týsklands og Dánjal til Íslands.
Tað skrivar Neistin í kvøld.
Julian og Dánjal hava slitið sínar hondbóltsskógvar í Neistanum síðan teir vóru heilt lítlir og hava fylgst allan vegin uppá á besta liðið. Teir hava spælt og vant saman altíð og hava eisini verið á U-landsliðum saman.
Julian J. Kragesteen hevur skrivað sáttmála við Týska felagið í Bremen, ATSV Habenhausen, til 2023, sum hevur lið í triðbestu deildini. Julian byrjar at venja við fyrst í juli. Julian hevur verið og royndarvant í felagnum. Julian skilir týskt, tí hann hevur búð í Týsklandi sum skiftisnæmingur umvegis AFS.
Julian sigur sjálvur, at hann hevur ein dreym um at koma á A-landsliðið og við at fara til Týsklands vónar hann at koma sínum dreymi nærri, tí har er eitt hægri støði serliga fysiskt og taktiskt. Eisini vónar Julian, at hann kann liva væl av at spæla hondbólt, ein ítrótt sum hann elskar, skrivar Neistin.
Dánjal Ragnarsson (Mynd: Sverri Egholm)
Dánjal Ragnarsson hevur skrivað sáttmála við ÍBV, sum spælir í bestu deildini í Íslandi. Dánjal flytir til Íslands í august. Dánjal fer at búgva á Vestmannaoyggjunum og arbeiða hálva tíð.
ÍBV hevur eitt gott “setup”, sum mennir ungar leikarar og hava tey sent nógvar leikarar avstað til lið í Europa. Dánjal sigur sjálvur, at hann ferð at gera alt hann kann fyri at menna seg sum leikara í Íslandi og vónar at fáa møguleika at spæla úti í heimi við onkrum stórum felag í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald