Seinastu dagarnar hevur 07 Vestur kunngjørt fleiri nýggjar útlendskar spælarar. Fyrst var tað áleyparin Maxwell Effiom týskvøldið, og síðani eru tveir lagdir afturat.
Sí eisini: 07 Vestur hevur skrivað undir við spælara úr Nigera
Talan er um tveir 23-ára gamli norðmenn, sum báðir hava spælt nakað í bestu norsku deildini.
Filip Brattbakk hevur tó spælt mest í næstbestu norsku deildini. Talan hevur verið um samanlagt 88 dystir fyri Ranheim og Raufoss, sum hann hevur spælt við síðst. Hann er sonur Harald Martin Bratbakk, sum er kendur frá FCK, Rosenborg, Celtic og norska landsliðnum og er partvíst uppvaksin í stórfelagnum Rosenborg. Hann áleypari ella høgri vongur og verður lýstur sum øgiliga skjótur og øgiliga bólttryggur spælari.
Les meira um hann her
Hin er ferðmikil og orkuríkur vongbakkur. Kevin Egell-Johnsen spældi í nøkur ár í Odds Ballklubb og var í 2022 liðfelagi við Gilla Rólantsson Sørensen. Hann spældi 10 dystir í bestu norsku deildini, men slapp ikki heilt framat og hevur Kevin spælt 19 dystir í næstbestu norsku deildini og 88 dystir í triðbestu deildini. Seinast var í Arendal við John Fredriksen, fyrrverandi 07 Vestur-áleypara, sum liðfelaga.
Les meira um hann her
07 Vestur hevur nýggjan norskan venjara og skal hava nakrar spælarar afturat í hópin.
Keldur: 07 Vestur og Transfermarket
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald