Fótbóltur

07 Vestur hevur skrivað undir við spælara úr Nigera

Álopskendi Maxwell Effiom hevur seinast spælt í triðbestu norsku deildini, og 24-ára gamli maðurin hevur áður spælt undir nýggja 07 Vestur-venjaranum.

Maxwell Effiom í ungdómslandsdysti fyri Nigeria. Álopskendi nýggi maðurin hjá 07 Vestur er skrásettur fyri níggju slíkar (Mynd: 07 Vestur)

Maxwell Effiom í ungdómslandsdysti fyri Nigeria. Álopskendi nýggi maðurin hjá 07 Vestur er skrásettur fyri níggju slíkar (Mynd: 07 Vestur)

2024-01-09 20:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

07 Vestur er í gongd við at styrkja seg til næsta kappingarár, og sum skilst eru fleiri útlendskir spælarar eru á veg inn.

Í kvøld er ein kunngjørdur. Maxwell Effiom er úr Nigeria og hevur spælt í nøkur ár í Noreg - nú hevur Maxwell skrivað undir sáttmála við 07 Vestur.

- Maxwell hevur spælt við Sandnes Ulf og Skeid í Norra, so hann er ikki ókendur hjá venjaranum. Áðrenn Maxwell kom til Norra, spældi hann við Enyimba Aba, sum hann bleiv nigerianskur meistari við. Maxwell hevur spælt 59 dystir í næstbestu deildini í Norra. Hann hevur eisini umboðað Nigeria á U19 og U20 landsliðnum.

Tað var í Sandnes Ulf, at Maxwell spældi undir Steffen Landro, sum hevur tikið við sum venjari hjá 07 Vestur í vetur. Felagið hevur mist millum annað Jasper van der Heyden í álopskenda partinum, og ætlanin er, at maðurin við níggju ungdómslandsdystum fyri Nigeria kann gera mun frammarlaga á vøllinum hjá 07 Vestur.

- Maxwell spælir sum vinstri vongur. Hann er kendur fyri at vera øgiliga arbeiðssamur og hevur nógva orku og ferð.

Soleiðis lýsir 07 Vestur nýggja spælaran hjá sær. Nigeranski meistarin hevur roynt seg á góðum stigi í Noreg, og er styrkur nummar tvey hjá felagnum útifrá í vetur.

Sí eisini: Ungur dani fyrsti nýggi spælarin hjá 07 Vestur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder