Tríggir dystir eru á skránni í Betrideildini seinnapartin og út á kvøldið. Eingin er samstundis.
Í teimum báðum fyrstu dystunum er ein greiður favorittur - serliga er B36 ein stórur favorittur móti Skála. Teir appelsinlittu hava tapt í teimum báðum fyrstu umførunum 1-2 fyri ÍF á heimavølli í 1. umfari og 5-2 í Sarpugerði sunnudagin. Skála vísti góðar taktir í løtum og hótti Vìking, men tað tykist at vera ov lætt at skora ímóti liðnum, og B36 sær sera vælupplagt út - móti AB sunnudagin kundi sigurin væl verið størri enn við trimum málum.
Jan Ingason skoraði í Sarpugerði, og hann og liðfelagirnir stíddust væl ímóti Vìkingi. At enda vóru tó trý mál á muni (Mynd: Sverri Egholm)
Sonni Ragnar Nattestad og B36 vóru fullkomiliga omaná móti AB Í 2. umfari og koma uttan at iva at sita á spælinum í sag (Mynd: Jens Kr. Vang)
Væntast kann, at KÍ kann fáa truplari við at bróta ÍF heilt niður. Klaksvíkingar fingu í evstu løtu tryggjað sær trý stig í Trongisvági men renna longu aftaná Víkingi, B36 og HB. Fuglfirðingar megnaðu ikki at gera nógv við HB, tá teir reyð-svørtu vitjaðu seinast, hóast HB spældi næstan ein hálvleik í undirtali. Nú er spurningurin, um klaksvíkingar, sum teir hava gjørt seinastu árini, sannførandi fáa trý stig við úr Fuglafirði, ella um tað verður ein heilt tøtt uppgerð. Jesper Brinck er framvegis úti hjá KÍ - ivamál hevur verið um Jens Joensen hjá ÍF.
Uros Stojanov í dystinum móti HB, har hann kom á máltalvuna seint í dystinum. Serbin er toppskjútti í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)
Við Margáir hittast tvey lið, sum einki stig hava. EB/Streymur og TB hava bert spælt ímóti topp-fimm liðum í fyrstu umførunum. Nú skulu tey royna at seta seg á ein dyst og fáa kærkomin stig. Hja TB er málverjin Frederik Mehder ikki við. Hann fekk heilaskjálvta seint í dystinum móti KÍ. John Jacobsen, ið ongar dystir hevur í Betrideildini, skal verja málið. Venjarin, Micheal L. Winther, verður ikki á síðulinjuni. Hann fekk reytt kort fyri at brúka seg eftir dystarlok fyri viku síðani. Hja EB/Streymi verður Bjarni Petersen til reiðar. Spurningurin er um, og hvussu nógv, vandamiklasta álopsessið kann spæla. Seinast móti NSÍ var Arbnjørn Hansen ikki á vøllinum.
Hesaferð skal EB/Streymur hava stig í Streymnesi (Mynd: Sverri Egholm)
TB hevur nýggjan málverja í dag - Frederik Mehder er ikki tøkur (Mynd: Sverri Egholm)
Vit verða á staðnum í Fuglafirði, har vit hava myndir frá dystinum og samrøður aftaná. Til ber at fylgja við beinleiðis dagføring av støðuni á heimasíðu okkara.
Betrideildin, 3. umfar
Leygardagin 23.05
14.00: B36 - Skála (Rás 1)
16.00: ÍF - KÍ
18.00: EB/Streymur - TB
Í gjár:
Víkingur - NSÍ 1-0 (1-0)
17' Ari Olsen
Reytt kort: Aron Knudsen (61' - seinna gula)
Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Elias Lervig - Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen - Lukasz Cieslewicz (85' Ingi Jonhardsson), Sølvi Vatnhamar (88' Arnbjørn Svensson), Jákup Johansen (69' Andreas Lava Olsen), - Finnur Justinussen
Venjari: Eyðun Klakstein
NSÍ (5-3-2): Tórður Thomsen, Bárður Jógvansson Hansen, Jákup Jakobsen, Oddur Árnason Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jann Julin Benjaminsen (65' Salmundur Bech) - Aron Knudsen, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (78' Búi Egilsson) - Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald