Annað

Tveir svimjarar hjá Havnar Svimjifelag luttóku á NMU

NMU er norðurlendska ungdómsmeistarastevna í Tallinn 10. - 11. juli.

2022-07-10 18:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tveir svimjarar hjá HS vórðu úttiknir av SSF til hesa kappingina og teir eru: Áki Eliassen 2006 og Isak Brisenfeldt 2006.

Luttakaralondini vóru: Svøríki, Danmark, Ísland, Noreg, Finland, Estland, Letland, Litava og Føroyar. Til hesa kappingina koma tey bestu í hesum aldursbólkinum: Gentur 2007 – 2009 og dreingir 2006 – 2008. 8 svimjarar luttóku og meir kunning um hetta er at finna á svimjing.com.

Okkara dreingir svumu væl.

Isak betraði allar sínar tíðir rættiliga munandi og í 100 firvald gjørdist hann nr. 9 av 18 svimjarum við tíðini 1.00,55.

100 frí: 56,61

200 blandað: 2.25,35

Áki betraði tvær tíðir tíðir – 100 firvald og 400 frí. Áki hevur drúgvar royndir í at svimja 800 og er nú farin at kappast í 1500 metrinum. Hesaferð gekk 1500 ikki sum ætlað, men Áki er áhaldandi og miðvísur, so hann fer heilt víst at betra hesa tíðina í næstum.

1500 frí: 18.21,57

200 firv.: 2.31,21

100 firv.: 1.05,24

400 frí: 4.37,61

Av tí at 4 dreingir og 4 gentur vóru við hesaferð, kundu tey svimja liðkappingar eisini – tað var gott.

Áki og Isak hava ment seg væl hetta síðsta árið og hava verið til kappingar og venjingarlegur uttanlands við HS.

- Tað hevur týdning at síggja menningina hjá svimjarum út frá eini langtíðarhugsan. At tey hava hug at halda á í mong ár hevur nógv størri týdning, enn at tey endiliga vinna alt, meðan tey eru ung. Nú eru kappingarliðini sloppin at royna seg í Varberg og í Tallin og vit kunnu fegnast um nógvar betringar og góð úrslit, sigur Havnar Svimjifelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder