Føroyskir nevaleikarar koma aftur við tveimum flottum gullheiðursmerkjum av altjóða boksistevnuni Hvidovre Cup 2024, ið varð hildin í gjár. 11 lond vóru umboðað á stevnuni og yvir 300 boksarar, harav tríggir føroyingar.
Teitur Annand Berg var tann fyrsti av føroysku boksarunum, sum skuldi royna seg. Mótstøðumaðurin var onglendingurin Dion Clock. Teitur boksaði væl, og vann ein greiðan sigur upp á stig.
Andreas Dam Poulsen boksaði móti einum manni frá ABC Amager. Hetta var ein harður dystur, serliga tí mótstøðumaðurin vigaði upp móti 15 kilo meira enn Andreas, sum tí hevði ringt við at koma í gongd.
Andreas fekk eina teljing í fyrsta umfarið, og aftur eina í øðrum umfari, og tá valdi venjarin at støðga dystinum.
Venjararnir eru kortini ernir av innsatsinum hjá Andreasi, verður sagt. Teir vita, at Andreas gott kann boksa móti teimum sterkastu. Nú er bara spurningur um, hvørjum vektklassa, tað skal vera í.
Triði føroyingurin á stevnuni, David Kunoy, møtti einum sterkum mótstøðumanni frá Sydhavsøerne. Dysturin var tættur og javnur, og David varð kosin vinnari upp á “split desision” – tað vil siga, at dómararnir vóru ikki samdir. Føroyingarnir við ‘ringside’ mettu, at David vann øll umførini, men dómaraavgerðin ljóðaði 2-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald