Bogaskjúttarnir fingu tvey bronsuheiðursmerki, tá ‘head to head knockout’-kapping fyri lið var á skránni.
Bæði compound- og recurve-skjúttarnir endaðu á triðja plássi og fingu bronsu.
Í recurve vunnu føroyingar fyrst 6-0 á Isle of Wight og síðan taptu teir tepurt 5-6 móti Falklandsoyggjum í hálvfinaluni.
Síðan varð spælt um bronsuna, og her vunnu Føroyar 6-2 á Jersey.
Falklandsoyggjar vunnu gull – fyrsta gullmerki til Falklandsoyggjar á hesum leikunum – og Guernsey vann silvur.
Í compound vunnu føroyingar fyrst 197-192 á Orknoyggjum, men taptu so 219-203 á Jersey. Í bronsufinaluni vunnu føroyingar 206-201 á Gueernsey.
Jersey vann gull og Manoy silvur.
Kappingarnar í bogaskjóting eru nú lidnar. Føroyski fongurin í hesari ítróttagrein var fýra gull-, eitt silvur- og tvey bronsuheiðursmerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald