27. og seinasta umfar í Betrideildini er á skránni seinnapartin. Um nakrar tímar verður endaliga greitt, hvar øll tíggju liðini enda í 2023. Helmingurin av liðunum hevur einki at spæla fyri, fyriuttan æruna og at leingja onkra røð/leggja aftruat meti. Tað háttar seg tó so, at spenningur er í hvørjum dyst, tí eingin innanhýsis dystir er millum nøkur av teimum fimm liðunum, ið hava nógv uppá spæl.
Fyri ÍF og TB er tað sjálvt lívið í deildini. Sigurin hjá ÍF á júst TB síðsta vikuskifti ger, at fuglfirðingar standa seg við javnleiki móti B68 í dag. Toftamenn kunnu brúka dystin í Fløtugerði sum fyrireiking til steypafinaluna leygardagin. Teir hava vunnið báðar dystirnar móti ÍF í ár. Onkur ivamál hava verið í ÍF-hópinum, men menninir hjá Aleksandar Jovevic skulu savna alt teir hava í sær saman fyri at fullføra bjarginga i Fuglafirði.
TB hevur ikki vunnið eftir summarsteðgin, har úrttøkan bert hevur verið eitt stig. Tí er tað sum so eitt stórt krav at vinna á 07 Vestur. Vágamenn hava havt eitt søguliga gott kappingarár í Betrideildini og kunnu koma upp á 40 stig við sigri í dag. Í 2018 fór 07 Vestur niður við tapi við Stóra í síðsta umfari - nú kann TB sendast niður. Heimaliðið fer at leggja alt fyri og skal samstundis hava hjálp frá B68.
Brotssparkið hjá Karl Løkin gjørdist avgerandi í síðstu viku - tað kann eisini at enda verða munurin millum liðini í niðurflytingarstríðnum (Mynd: Sverri Egholm)
B36 er frammanfyri grannarnar á stigatalvuni og kann tryggja sær heiðurmerkja- og evropeiskt pláss við sigri á Argjum - HB noyðist at vinna á Eiði og so fáa hjálp (Mynd: Sverri Egholm)
HB er í løtuni uttanfyri topp-trý. Harvið skal liðið hjá Jákup Martini Joensen vinna á Eiði og fáa hjálp frá AB ella KÍ. Tað seinna er meira sannlíkt, men hjá Víkingi er tað mest sannlíkt nóg mikið við javnleiki í Klaksvík, har tað er gullveitsla, vegna góðu málúrttøkuna. B36 hevur eisini alt í egnum hondum á Argjum.
Um HB ikki yvirhálar B36 ella Víking í dag, so er ein eyka møguleiki hjá at tryggja sær evropeiska plássið í steypafinaluni næsta vikuskifti. Um HB endar í topp-trý og vinnur finaluna móti B68, so fær liðið á 4. plássi síðsta evropeiska plássið.
Allir dystirnir byrja klokkan 15 og síggjast í Televarpinum. Portalurin hevur ymiskt tilfar frá degnum.
27. umfar í Betrideildini, í dag sunnudagin 29. oktober
KÍ - Víkingur (15:00)
EB/Streymur - HB (15:00)
ÍF - B68 (15:00)
AB - B36 (15:00)
TB - 07 Vestur (15:00)
Støðan
1. KÍ 67 stig *
2. Víkingur 57 stig
3. B36 57 stig
--------------------
4. HB 55 stig
5. 07 Vestur 37 stig
6. EB/Streymur 25 stig
7. B68 22 stig
8. ÍF 19 stig
--------------------
9. TB 16 stig
10. AB 15 stig **
* Føroyameistari
** Flutt niður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald