Fyri fyrstu ferð síðani 1975 er Peru í finaluni í Copa America. Landið hevur bert tvær áður verið í finaluni, og í báðum førum er tað endað við gulli. Í 2011 og í 2015 fekk Peru bronsu, og nú skal liðið, ið spælir í eyðkendu reyðu stripuni á hvítu leiktroyggjuni, royna at basa vertunum í finaluni.
Kili var annars favorittur undan seinnu hálvfinaluni. Alexis Sanchez og co. vunnu Copa America í 2016 og 2015, men vórðu settir uppá pláss í nátt. Hóast Kili hevði bóltin væl meira og hevði fleiri málroyndir, so var tað Peru, ið var meira effektivt og vann 3-0. Tað gjørdist 2-0 stutt fyri steðgin, og so var brekkan ov tung hjá Kili.
Peru sló Uruguay út í fjórðingsfinaluni, og vann aftur í leiklutinum sum underdogs í Porto Alegre í nátt. Spurningurin er bara, um bitin sunnudagin á stóra Maracana verður ov stórur at gloypa. Brasil basti Argentina í fyrru hálvfinaluni mikunáttina og vann heili 5-0 á Peru í bólkaspælinum.
Copa America 2019 - seinna hálvfinalan
Peru - Kili 3-0 (2-0)
21' Edison Flores 1-0
38' Yoshimar Yotun 2-0
90' Pablo Guerrero 3-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald