Fótbóltur

Týðandi dystir í oddinum

B36, ÍF, Skála og Víkingur seta skjøtil á 10. umfar og harvið annan triðingin í Betrideildini í kvøld. Venjari hjá ÍF tekur ímóti sínum gamla felagið, og tað ger høvuðsvenjarin hjá Skála eisini.

Brian Jakobsen er aftur á Skála í kvøld, har bæði liðini veruliga hava tørv á stigunum í oddastríðnum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Brian Jakobsen er aftur á Skála í kvøld, har bæði liðini veruliga hava tørv á stigunum í oddastríðnum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2019-05-17 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti triðingurin í Betrideildini er av. Talan er um eina spennandi kapping, og tað er serliga frá 2. plássi til 6. pláss, at tað er tætt. Trý lið úr júst hesum bólkinum skulu í eldin í kvøld

Les eisini: Topp-seks og botn-fýra

Støðan undan 10. umfari: 
1. KÍ (23 stig) 
2. NSÍ (19 stig)
3. B36 (18 stig) 
4. Víkingur (17 stig) 
5. Skála (15 stig) 
6. HB (15 stig) 
7. TB (8 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig) 
9. ÍF (4 stig) 
10. AB (3 stig) 

10. umfar: 
18.00: Skála - B36
19.00: ÍF - Víkingur

Sunnudagin: 

10 19.05.19   HB -
10 19.05.19   AB TB -
10 19.05.19   EB/Streymur NSÍ -


Um Skála av álvara skal gera seg galdandi í oddinum, skal helst ein sigur til í kvøld. Liðið hjá Eyðun Klakstein hevur so at siga ikki ráð til at tapa fjórða heimadystin á rað í Betrideildini, um veruligt samband skal verða við m.a. júst B36, og um Skála skal kappast um topp-fýra. Eyðun stóð í 2015 og 2016 á odda fyri B36, og í 2015 gjørdist árstalsfelagið meistari. Síðani hevur B36 ikki av álvara bjóðað av í FM-stríðnum. Fimm stig eru í løtuni upp til KÍ, so dysturin hevur nógvan týdning; eisini í mun til at halda ella skapa meira frástøðu til Skála og grannarnar.

Brian Jakobsen skifti undan kappingarárinum frá barndómsfelagnum, ið hann spældi yvir 200 dystir fyri. Í kvøld skal Brian royna at skjóta mál fyri B36 Undir Mýruhjalla. Dysturin er ein endurtøka av uppgerðini í 1. umfari, tá Árni Fredeiksberg skoraði einsamalla málið í Gundadali við góðum frísparki. Talan er um tvey lið, ið gjarna vilja hava bóltin og leypa á. Dysturin í kvøld verður helst tættur og kann fáa stóran týdning fyri bæði liðini.

Í Fuglafirði er grannauppgerð. Víkingur vann 3-0, tá liðini hittust í 1. umfari. Síðani tá hava víkingarnir fingið 14 stig og uppflytararnir 4. ÍF hevur eisini sett nýggjar venjarar: Kára Reynheim og Hans Jørgen Djurhuus, har tann seinni spældi í Víkingi frá stovnanini og til og við seinasta ár. Miðvallarstríðsmaðurin vann fimm steypakappingar og tvey FM við liðnum í Eysturkommunu. Nú skal hann royna at vinna á sínum gamla felagi, ið ikki megnaði at vinna á heimavølli móti EB/Streymi seinast. ÍF hevur bert fingið eitt stig í Fløtugerði í ár. Í kvøld kann hugsast, at heimaliðið helst fer at gera tað trupult fyri Víking í einari inntensari grannauppgerð.

Til ber at fylgja gongini á forsíðu okkara har vit uppdatera, so skjótt sum mál kemur. Rás 1 vísur dystin í Fuglafirði. Til ber at síggja dystin á Skála við stórapakka + ella við at keypa dystin í Netappini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder