Fótbóltur

Týdningarmikil stig til Tottenham og Southampton

Søguliga skjótt mál frá Shane Long var nær við at geva hansara liðið fult, og seint mál frá Christan Eriksen tryggjaði Tottenham trý stig.

Christan Eriksen gjørdist hetjan hjá Tottenham í kvøld
(Mynd: EPA)

Christan Eriksen gjørdist hetjan hjá Tottenham í kvøld (Mynd: EPA)

2019-04-23 22:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Premier League vórðu leiktir í kvøld. Talan var um útsettar dystir.

Tottenham hevur framvegis bert roynt at vunnið á sínum nýggja vølli og hevur ikki latið nakað mál inn har enn. Hetta er greitt eftir 1-0 sigurin á Brighton í kvøld. Heimaliðið kundi fáa ein umráðandi sigur í topp-fýra stríðnum, eftir at Chelsea, Arsenal og United øll hava mist stig seinastu dagarnar, og tað eydnaðist at fáa hann í hús til endans.  

Tottenham trýsti allan dystin; serliga í 2. hálvleiki var tað liðið hjá Pochettino, ið fullkomiliga sat á tí. Brighton stríðist við Cardiff í botninum, og var á veg at stríða seg til eitt ógvuliga dýrabart stig. Men í 88.minutti fekk Christan Eriksen bóltin nakað uttanfyri brotsteigin, og hann smekkaði hann í kassan. Við støðuni og við dystarskránni hjá liðunum, er Tottenham størsti favoritturin av teimum fýra biðlunum at taka eitt Champions League-pláss.

[object Object]
(Shane Long hevur her skorað skjótast mál í Premier League-søguni. Írin skuldi bert brúka sjey sekund - Mynd: The Independent)

Southampton leikti ein ógvuliga týdningarmiklan útidyst móti Watford, og útiliðið fekk eisini eina dreymabyrjan. Shane Long fekk beinanvegin fatur á bóltinum, og skoraði kaldliga tá hann gjørdist einsamallur við málverjanum. Hetta var søguligt, tí málið varð skorað eftir bert sjey sekund. Skjótasta málið í Premier League nakrantíð var sera nær við at so gott sum tryggjað Southampton sætið í deildini, men beint áðrenn yvirtíðin byrjaði, javnaði Andre Gray. Stigið ger tó nógv fyri Southampton, ið er seks stig frá strikuni, nú trý umfør eru eftir.  

Støðan í topp-fýra stríðnum:
3. Tottenham 70 stig 
4. Chelsea 67 stig 
5. Arsenal 66 *
6. Manchester United 64 stig * 

*Arsenal og United hava leikt ein dyst færri enn hini bæði liðini -  tey spæla bæði í morgin (ávíkavist Wolves á útivølli og City á heimavølli) 

Støðan í botnstríðnum: 
16. Southampton 37 stig
17. Brighton 34 stig
18. Cardiff 31 stig

*Øll liðini tíggjar dystir eftir at leika

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder