Ein dystur í Betrideildini verður leiktur í kvøld. Hann er í Norðragøtu, og talan er um útsetta dystin frá 5. umfari. Uppgerðin millum Víking og B36 varð útsett, tí at ov nógvur vindur var sunnudagin 14. apríl í Sarpugerði. Dysturin varð fyrst fluttur til Flaggdagin, men eftir áheitan frá B36 varð dysturin fluttur eitt samdøgur afturat og verður tí leiktur klokkan 18.00 í kvøld.
B36 byrjaði kappingarárið frálíka væl við at vinna teir fyrstu fýra dystirnar, har tann seinasti var ein 2-1 sigur á grannunum og føroyameistaranum. Skírisdag kom liðið niður á jørðina, tá KÍ vann 3-0 í Gundadali og tók oddasessin og fýra dagar seinni á sama staði, slóu klaksvíkingar B36 út av steypakappingini, eftir at ártalsfelagið var á odda 2-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Liðið hjá Jákup á Borg hevur verið nakað skaðadarvað, men kann í kvøld koma uppá 15 stig útav 18 møguligum og koma úr Sarpugerði við oddasessinum. Til tað skal tó eitt sera gott avrik til. Víkingur vann heili 10-0 í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið 2. páskadag. Talan var tó um dyst móti B68 úr 1. deild - Í kvøld er mótstøðuliðið nakað heilt annað.
Víkingur hevur leikt tríggar útidystir á rað í Betrideildini, og gjørdist Skírisdag fyrsta liðið til at vinna í Trongisvági. Áðrenn tað gjørdist tað til tap móti HB og í Runavík. Tað sær út til at gerast ein tøtt kapping um evropeisku plássini, og fyrsta málið hjá Víkingi er at fáa eitt av teimum.
Liðini leiktu nógvar venjingardystir undan kappingarbyrjan; nú eru stig uppá spæl, og tað kann gerast ein javnur og undirhaldandi dystur í Sarpugerði í kvøld - tað er tað ofta, tá hesi liðini hittast.
Vit hava beinleiðis dagføringingar frá dystinum á forsíðu okkara. Rás 1 vísur dystin.
Betrideildini - 5. umfar (útsettur dystur frá 14.04)
18.00: Víkingur - B36
Fótbóltur
Týdningarmikil útsettur dystur í Sarpugerði
B36 skal reisa seg og royna at taka oddasessin aftur, og Víkingur kann koma upp á 4. plássið.
B36 og Víkingur jagstra týdningarmikil stig í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-04-26 12:36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald