Hondbóltur

- Týdningarmikil venjingardystur hjá føroyska landsliðnum

Danska toppfelagið BSV verður at síggja í Høllini á Hálsi í kvøld; talan er um framsýningardyst, men Sonni Larsen, landsliðsvenjari, sigur at hetta er ein frálíkur møguleiki hjá sínum liðið at fáa ein dyst við inntensiteti.

Jónas G. Djurhuus og teir á føroyska landsliðnum spældu seinast ímóti Danmark. Nú er felag úr bestu donsku deildini á skránni - Mynd: Sverri Egholm

Jónas G. Djurhuus og teir á føroyska landsliðnum spældu seinast ímóti Danmark. Nú er felag úr bestu donsku deildini á skránni - Mynd: Sverri Egholm

2019-08-07 15:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssamband Føroya hevur arbeitt saman við danska stórfelagnum Bjerringbro-Silkeborg um ein hondbóltsskúla, ið var í gjár og mándagin. Har luttóku 260 børn og ung, og tað vóru leikarar hjá BSV og á føroyska landsliðnum, ið vóru venjarar. Í gjárkvøldið hevði venjari felagsins, Peter Bredsdorff Larsen, eitt venjaraskeið i Hoyvíkshøllini. Peter var í nógv ár hjálparvenjari hjá Ulrik Wilbek á danska manslandsliðnum. 

[object Object]
(Peder Bredstoft Larsen víst nøkur ting fram, har hann hevði føroyska landsliðshópin um hendi - Mynd: HSF)

Í kvøld verður ein framsýningardystur í Høllini á Hálsi ímillum føroyska landsliðið og Bjerringbro-Silkeborg. Møguleiki verður at síggja eitt av bestu liðunum í Danmark. BSV kappaðist í fjør við í oddinum og var nær við at koma víðari til áttandapartsfinalurnar í Champions League.

Á liðnum eru millum annað heimsmeistararnir Nicolaj Øris og Jóhan á Plógv Hansen og sera royndu stirkuleikararnir og evropameistararnir, Jesper Nøddesbo og Micheal V. Knudsen. Føroyski landsliðsvenjarin sigur soleðis um BSV: 

- Talan er um eitt fysiskt sterkt lið, ið er sera væl fyri og sum hevur nógvar royndir. Nicolaj Markussen og Sebastian Skube eru ikki við; annars eru allir profilarnir har, og teir hava sterkar leikarar á øllum plássum.

[object Object]
(Jóhan á Plógv Hansen skal aftur spæla ímóti føroyska landsliðnum - Mynd: Sverri Egholm) 

Fyri Sonna Larsen og føroyska liðið er talan um ein sera kærkomnan venjingardyst: 

- Hann er sera umráðandi fyri okkum. Vanligt spæla vit 7-8 dystir um árið, og tað er væl ov lítið, tí tað er neyðugt við nógv fleiri dystum, har vit veruliga skulu upp at spæla við inntensiteti. Hetta er neyðugt, um vit skulu flyta okkum, og tað snýr seg jú um pengar: Vit eru sera fegnir um privata stuðulin, ið vit hava fingið nú, men vit mangla framvegis frá landstýrinum, fyri at fáa tað sum okkum tørvar fyri at halda fram við at flyta okkum - hetta er ikki bert galdandi fyri manslandsliðið, men øll liðini hjá Hondbóltssambandinum. 

[object Object](Sonni Larsen eftir landsdystin í Aalborg í juni)

Hvat er so málið við landsdystunum í kvøld, har millum annað fleiri heldur óroyndir leikarar í landsliðshøpi eru við ?

- Nú snýr tað seg ikki um stig ella um at koma víðari, men vit fara eftir best møguligum úrsliti. Inntensiteturin ímóti slíkum liðið er størri, enn leikararnir møta vanligt. Vit eru í farnu undankapping vorðnir betri til at "renna heim", og vit skulu halda á við at menna tað, og vit skulu verða sterkari í kontra-spælinum. Annars skulu vit spæla hart og kontant. Allir koma í spæl, men "A-ketan" kemur at spæla flest minuttir. Hetta verður ikki ein "summarferiudystur" hjá okkum. 

Dysturin ímillum Føroyar og Bjerringbro-Silkeborg byrjar klokkan 20.00 í kvøld. Vit verða í Høllini á Hálsi; hava myndir frá dystinum, taka samanum hann og fáa viðmerkingar aftaná.   

Landsliðshópurin
Málverjar
Tórður Guttesen, Kyndil
Nicholas Satchwell, Neistin
Niklas Simonsen, TM Tønder

Spæliskiparar
Jónas Gunnarson Djurhuus, FIF
Bartal Klein Olsen, Kyndil

Strikuspælarar
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Pætur Mikkjalson, H71
Niklas Højgaard Hanusarson, H71

Bakspælarar
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Brandur Halgirsson, H71
Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík

Vongspælarar
Nicklas Selvig, KÍF
Rói Berg Hansen, FIF
Leivur Mortensen, H71
Rúni Joensen, KÍF
Pætur Thomsen, H71

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder