Annað

"Týskland vinnur altíð til seinast"

Fótbóltsorðafellið helt í Sochi í kvøld, har tað helt sera hart fyri týskararnir.

Toni Kroos gjørdist stóra hetjan í 2-1 sigrinum hjá Týsklandi í kvøld
(Mynd: EPA)

Toni Kroos gjørdist stóra hetjan í 2-1 sigrinum hjá Týsklandi í kvøld (Mynd: EPA)

2018-06-23 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sviar høvdu heimsmeistararnir á knøunum í Sochi í kvøld. Men hóast brendar møguleikar, reytt kot or.a. so eydnaðist tað hjá Týsklandi at vinna 2-1. 

Týskland hevði trýstið á sær undan dystinum. 1-0 ósigurin fyri Meksiko var ikki júst byrjanin, sum heimsmeistarin vildu hava. Og Joachim Low hevði eisini tikið avleiðingarnar. Føstu mennirnir Sami Khedira og Mesut Ozil byrjaðu á bonkinum, og Hector avloysti Plattenhardt á vinstra bakki. Mats Hummels var skaddur og avloystur av Antonio Rudiger.

Týskarar løgdu hart út við góðum kombinatiónum, og tvær ferðir innan fyrstu minuttirnir vóru vandamiklar støður í málteiginum hjá Svøríki.

Sviar lógu kompaktir, og royndi at verja fyri. Men sviar hóttu eisini uppá umstillingar. Eftir eitt lítið korter varð Marcus Berg sendir avstað. Eins og ímóti Meksiko so gav Týskland nógv pláss burtur, og sá sárbært út í umstillingunum. Berg gjørdist fríur við Neur, men Jerome Boateng órógvaði áleyparan, og Neuer fekk vart fyri. Berg og sviar vóru í øðini, tí teir mettu at Boateng skumpaði Berg í skotstøðuni.

Nú vóru týskararnir ávaraðir, og beint eftir hálva tíman misti Toni Kroos bóltin í uppspælinum. Viktor Cleasson legði eina góða bóltin innum til Ola Toivonen. Hann tók bóltin væl niður, og prikaði bóltin uppum Manuel Neuer. Enn ein skelkur fyri týskarar, ið ikki fingu svarað aftur undan steðginum.

Men heilt stutt inn í 2. hálvleik brast fyri nev. Ein bóltur varð lagdur útfrá baklinjuni, og har kundi Marco Reus skumpað bóltin í málið. 1-1 og nýggj vón hjá heimsmeistarunum.

Mario Gomez varð settur inn í álopið saman við Timo Werner, og Týskland helt á at trýsta. Stóra spælyvirvágin varð tó ikki umsett , hóast nakrar naskar støður vóru. Effektiviteturin, og kanska hepni, manglaði.

Smáar tíggju minuttr fyri tíð fekk Jerome Boateng sítt seinna gula kort, og so gjørdist fyritreytirnar truplari fyri Týskland. Men kortini skapti trýsta liðið tveir stórar møguleikar. Í 87.minutti stórbjargaði Robin Olsson einum góðum stútara frá Mario Gomez, og í yvirtíðini rakti innskifti Julian Brandt stongina.

Favorittarnir satsaðu alt, og í 95. minutti gav tað endiliga úrslit. Innskifti Durmaz gjørdi eitt heldur óneyðugt fríspark beint uttanfyri brotsteigin til vinstru. Tey flestu væntaðu eitt innlegg, men eftir eina lítla kombinatión smekkaði Toni Kross til úr spískum. Miðvallarin hjá Real Madrid hevur ein fráíkan sparkiteknikk, og hann sendi bóltin upp í longra hornið til villan fagnað í týsku leguni.

Eitt ótrúligt comeback, og sum so ofta fyrr so avgjørdi Týskald alt ímóti endanum. Sera hart niðurlag fyri sviar, ið nú noðyast at vinna á Meksiko, og vóna at Suður Korea tekur stig ímóti Týskaland ella at málúrtøkan fellur í teirra lut. Javnleikur hevði givið frálíkt útgangstøði undan seinasta dystinum, men tað hevði gjørt tað trupult hja heimsmeistarunum, ið nú aftur eru á sporinum.

Bæði liðini hava nú 3 stig, og hava bæði málmunnin 2-2. Meksiko hevur 6 stig og málúrtøkuna 3-1, eftir 2-1 sigurin á Suður Korea í dag. Eftir úrslitið í kvøld er Meksikio framvegis ikki tryggja víðari luttøku. Mikudagin skal alt avgerast, og har kann tað gerast sera javnt og spennandi. 

Týskland – Svøríki 2-1(0-1)
0-1 Ola Toivonen
1-1 Marco Reus
2-1 Toni Kroos


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder