Hondbóltur

U02 kvinnulandsliðið á veg til Norðurmakedonia

Skulu luttaka í EM-kapping fyri U19-kvinnulandslið í hondbólti.

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2021-07-09 16:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgun fór føroyska U02 hondbóltslandsliðið við kvinnum, sum eru føddar í 2002 og seinni, við Atlantic Airways til Danmarkar, hagani leiðin seinni í dag gongur víðari til Skopje í Norðurmakedonia.

Kvinnurnar skulu luttaka í W19 Championship, sum er EM kapping fyri U19 kvinnulandslið. Tey 9 luttakandi liðini eru deild í tveir bólkar, har øll spæla móti øllum. Síðani vera krossdystir og at enda plaseringsdystir.

Sum eitt bonus sleppa tey bæði liðini, sum koma í finaluna í Norðurmakedonia, saman við finalistunum í W19 Championship kappingini, sum samstundis er í Italia, og trimum teimum aftastu liðunum í W19 EM endaspælinum, sum nú er í Slovenia, í november at spæla um tvey pláss til HM endaspælið fyri U20 kvinnur, sum verður komandi summar.

Føroyar eru í bólki B við Hollandi, Norðurmakedonia, Bosnia Hersegovina og Kosovo. Í bólki A eru Ísland, Pólland, Hvítarussland og Finnland.

Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út.

Sunnudagin 11. juli kl. 17.00 Kosovo – Føroyar

Mánadagin 12. juli kl. 19.30 Føroyar – Norðurmakedonia

Mikudagin 14. juni kl. 17.00 Føroyar – Bosnia Hersegovina

Hósdagin 15. juli kl. 17.00 Holland – Føroyar

Leygardagin 17. juli krossdystir

Sunnudagin 18. juli plaseringsdystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder