2021-07-11 13:50
U02 kvinnurnar, sum komandi dagarnar skulu spæla EM-kapping fyri U19 landslið, eru komnar uppá pláss í Norðurmakedonska høvuðsstaðnum, Skopje.
Seint fríggjakvøldið lendu tær á Alexandur hinum Mikla flogvøllinum, og tá farið var av midnátt, vóru tær innskrivaðar á gistingarhúsinum, Alexander Palace, nakað miðskeiðis í býnum.
Í gjár var venjing á skránni, og fyrsti dystur verður í dag klokkan 17 føroyska tíð. Hann verður móti Kosovo í Ítróttarmiðdeplinum Jane Sandanski, skrivar Hondbóltssambandið.
Dystirnir síggjast á EHFtv.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald