Fótbóltur

U13 Gentur spæla steypafinalu í kvøld

Talan er um aðru steypafinaluna hjá FSF í ár - tí fyrstu á Tórsvølli - tá HB og 07 spæla klokkan 17 í kvøld.

Talan er um einastu finaluna, har 07 Vestur er umboðað. Fleiri av leikarunum her verða burturstaddir í vikuskiftinum, og tí er finalan framskundað (Mynd: FSF)

Talan er um einastu finaluna, har 07 Vestur er umboðað. Fleiri av leikarunum her verða burturstaddir í vikuskiftinum, og tí er finalan framskundað (Mynd: FSF)

2019-09-18 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra steypafinaluvikuskifti hjá Fótbóltssambandi Føroya stendur fyri framman. Fríggjadagin eru tvær steypafinalur á skránni, meðan fimm finalur verða spældar leygardagin.

Tað eru tó meira enn sjey finalur samanlagt, og tað vóru upprunaliga sjey finalur á skránni leygardagin. Vegna serligar umstøður vórðu finalurnar hjá U15 Dreingjum og U13 Gentum fluttar - í báðum førum var talan um, at stórur partur av eina hópinum verður uttanlanda í vikskiftinum.

[object Object]KÍ vann sera dramatisku og spennandi steypafinaluna hjá U15 dreingjum 

Finalan um Cadbury Steypið varð spæld leikt í farnu viku, tá KÍ og Víkingur hittust við Løkin í Runavík. Longd leiktíð mátti til fyri at finna eina vinnara - tá avtornaði vunnu klaksvíkingar 4-2.

Les eisini: KÍ endurvann Cadbury-steypið eftir longda leiktíð

Steypafinalan hjá U13 Gentunum verður spæld á Tórsvølli í kvøld, mikudagin 18. september klokkan 17:00. Liðini í finaluni eru HB og 07 Vestur, sum vunnu á ávíkavist TB og FC Hoyvík í hálvfinalunum. Hjá 07 Vestur varð neyðugt við brotssparkskapping fyri at koma í finaluna.

[object Object]
HB-liðið, ið basti hoyvíksgentum í hálvfinaluni (Mynd: FSF)


Ætlanin er at stroyma finaluna á FSF Varpinum.


Her er skráin fyri steypafinalu-vikuskiftið 

 

Fríggjadagin 20. september

Kl. 17:30 B36 – ÍF/Víkingur/B68 (Gentur U18 / Mótasteypið)

Kl. 20:00 HB – Skála (U21 / Intersport Steypið)

 

Leygardagin 21. september

Kl. 10:00 B36 – HB (Dreingir U13 / Solar Steypið)

Kl. 11:30 B36 – KÍ (Gentur U15 / Eilif Arge Steypið)

Kl. 14:00 Víkingur – HB (Dreingir U17 / Blaðberasteypið)

Kl. 16:30 HB – EBS/Skála (Steypafinalan kvinnur)

Kl. 20:00 Víkingur – HB (Løgmanssteypið)

Kelda: fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder