Fótbóltur

U15: 20 spælarar boðsendir til menningarkapping

Spælarar úr tíggju ymiskum føroyskum feløgum og tveimum feløgum uttanfyri landoddarnar skulu til Norðurírlands seinni í mánaðinum.

Liðið hevur fleiri venjingar saman áðrenn farið verður til Norðurírlands

Liðið hevur fleiri venjingar saman áðrenn farið verður til Norðurírlands

2023-11-02 19:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tríggir spennandi dystir standa fyri framman hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum seinni í mánaðinum fer til UEFA menningarkapping í Norðurírlandi.Umframt at spæla ímóti norðurírsku vertunum, skulu okkara dreingir eisini møta Luksemborg og Lettlandi.

Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari i dag.  

Jógvan Martin Olsen er høvuðsvenjari hjá U15-dreingjunum Hann hevur nú sett navn á teir 20, ið eru boðsendir til menningarkappingina í Norðurírlandi.

Talan er um spennandi spælarar úr tíggju ymiskum føroyskum feløgum. Harafturat eru Hávardur Thomassen, Fredriksstad og William Hansen, Hvidovre við. Fyrrnevndi er uppvaksin í B36 og Willam hevur føroyska mammu og er uppvaksin í Keypmannahavn.

Hópurin:
Dánjal Müller, KÍ
Nóa Klein Joensen, Víkingur
Dennis Anghel, B36
Dániel Thomsen, B36
Samuel Ierulli, B36
Sámal Nolsøe, 07 Vestur
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Markus Danielsen, NSÍ
Hávarður M. Thomassen, Fredrikstad FK (Noreg)
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)
John Ziska Joensen, KÍ
Hákun Rask Olsen, HB
Jákup K. Poulsen, B68
Fríði Dam Jacobsen, Skála
Nóa K. Mortensen, FC Suðuroy
Tummas Joensen, FC Suðuroy
Dávid Jørginsson, Víkingur
Djóni Min Øre, Víkingur
Markus S. Højgaard, Víkingur
Tóti Fagradal, B71

Áðrenn fráferð, eru fýra venjingar á skránni. Tær vera við Løkin í Runavík 3. og 7. november og á Tórsvølli 5. og 9. november.

Skráin
13. novembar: Norðurírland – Føroyar
15. nov: Luksemborg – Føroyar
18. nov: Lettland – Føroyar

Kelda: FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder