Mánamorgunin fer U15-landsliðið við dreingjum av stað til Tirana í Albania, har UEFA-meinningarkapping er á skránni.
Umframt Føroyar og vertslandið, vera San Marino og Bosnia-Hersigovina eisini við í kappingini.
Mikudagin spæla Føroyar móti Albania, fríggjadagin verður mótstøðuliðið Bosnia-Hersigovina, og mánadagin í komandi viku spæla Føroyar móti San Marino.
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15 dreingjunum hevur saman við hjálparvenjaranum, Jens Eriki Rasmussen, úttikið 18 spælarar til kappingina.
Hesa ferð eru B36 og Víkingur best umboðað á U15-landsliðnum við dreingjum við ávikavist fimm og fýra spælarum. Tríggir eru úr KÍ, tveir úr EB/Streymi, meðan 07 Vestur, HB, Skála, umframt Hvidovre IF úr Danmark hava ein spælara í hópinum.
Hópurin
Sámal Nolsøe, 07 Vestur
Carl Christian Codron, B36
Tóki Bárðarson Dahl, B36
Mattias Høgnason Viderø, B36
Sveinur Høgnason Vesturdal, B36
Filip Bendix Laursen, B36
Ísak Peturson Olsen, EB/Streymur
Marius Jónsson, EB/Streymur
Jónas Fossabrúgv, HB
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)
Emil Poulsson Linklett, KÍ
Andrew Poulsen, KÍ
Markus í Mittúni, KÍ
Elias Justinus Begerau, Skála
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Emil Ludvig, Víkingur
Boas á Reynatrøð, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald