Føroyska U15-landsliðið hevur síðani týsdagin spælt fleiri dystir í EfB Spar Nord Elite Cup 2019 í Esbjerg. Talan hevur verið um dystir móti ymiskum U15-liðum. Teir fyrstu fýra vórðu allir taptir: 2-1 fyri Esbjerg fB, 4-1 ímóti AC Horsens, og síðani tveir dystir 4-2 ímóti ávikavist B93 og HIK. Í dag brast tó fyri nev, tá Føroyar spældu móti norska Fornebu IL.
Talan var um plaseringsdystir, har norðmennirnir komu á odda, men har Føroyar svaraðu væl aftur. At enda gjørdist talan um tryggan 5-1 sigur. Venjarin, Jan Mølvad Laursen, er glaður fyri tað leikararnir hava víst og lært seinastu dystirnir:
- Eg eri sera væl nøgdur við hugburðin, sum hesir spælararnir hava víst seinastu dagarnar. Allir hava ein góðan vilja til at læra, bæði sum einstaklingar og sum lið. Á vøllinum hava vit roynt hvønn einstakan á ymiskum plássum, og vit hava trýst teir eitt sindur. Teir gera onkrar feilir, men teir læra samstundis eina rúgvu, og sum heild eri eg væl nøgdur, sigur Jan við heimasíðuna hjá FSF.
Spar Nord Elite Cup 2019, Esbjerg - plaseringdsdystur
Føroyar - Fornebeu 5-1
0-1
Hanus Højgaard 1-1
Hans Pauli á Bø 2-1
Hanus Højgaard 3-1
Óli Mittún 4-1
Jónatan Nattestad 5-1
(Føroysku málskjúttarnar í dag: F.v.: Hans Pauli á Bø, Hanus Højgaard, Óli Mittún og Jónatan Nattestad - Mynd: Heðin D. Poulsen / fsf.fo)
FSF skrivar, at næsta uppgáva hjá U15-landsliðnum við dreingjum er UEFA menningarkapping, sum verður í Írlandi frá 16. til 21. oktober. Tá skal føroyska liðið spæla ímóti Írlandi, Luksemborg og Kosovo. Føroyska ferðalagið kemur heim aftur U15 í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald