Farnu vikuna hevur føroyska U15-landsliðið við dreingjum verið í Írlandi, har UEFA menningarkapping hevur verið á skránni.
Móti Luksemborg og Írlandi endaði tað við 4-0 ósigri, og Lettlandi vann heili 7-0 í seinasta dystinum. Tað hoyrir við til søguna her, at lettar av einari ella aðrari orsøk noyddist at nýta heili sjey leikarar, ið eru ov gamlir at spæla í U15-árgangainum. Jan Mølvad Laursen staðfestir, at hetta sást aftur í dystinum og á úrslitinum:
- Lettlendsku dreingir vóru størri og sterkari enn okkara, og serliga í fyrra hálvleiki kom hetta veruliga til sjóndar. Í seinna hálvleiki komu vit meira við í dystin, og spældu okkum til nakrar góðar málmøguleikar. Men í avgerandi løtunum vóru vit tíverri ikki nógv neyvir.
Hetta sigur landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF. Hóast úrslitini í Írlandi ikki vóru tey best, so sær Jan jaligt uppá upplivingina:
- Hetta hevur verið ein lærurík vika fyri okkara ungu dreingir. Teir hava víst góðan hugburð, bæði í dystum og í venjingum, og teir eru eisini blivnir betri og betri fyri hvønn dyst. So framtíðan sær bjørt og spennandi út
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald