Fótbóltur

U15-landsliðið við dreingjum úttikið

Jan Mølvad Laursen, venjari hevur úttikið hópin, sum í døgunum 15. - 22. oktober skal til UEFA menningarkapping í Írlandi.

Mynd: Fótbólssamband Føroya

Mynd: Fótbólssamband Føroya

2019-10-01 17:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinni í mánaðinum fer føroyska U15-landssliðið hjá dreingjum til Írlands, har UEFA menningarkapping verður á skránni. Tá skulu Føroyar kappast móti Írland, Luksemborg, og Lettland.

Farið verður úr Føroyum 15. oktober, og liðið verður aftur í Føroyum eina viku seinni, 22. oktober, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Teir, sum eru úttiknir til kappingina eru hesir:

Høgni Heinason, FC Hoyvík

Jákup Nesá, B68

Hans Pauli á Bø, EB/Streymur

Emil Hansen, HB

Ólavur Jákupsson Poulsen, Víkingur

Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur

Suni Herman Joensson Petersen, B71

Marius Árting Allansson, B36

Hanus Højgaard, B68

Carl Mikkelsen, B36

Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur

Jón Petur Martinsson Thomsen, NSÍ

Tobias Hansen, HB

Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur

Ári Arnason, AB

Thomas Bjørn Svenningsson Miezan, HB

Hanus Esmarsson Eiðisgarð, EB/Streymur

Olivur Renéson Thomsen, TB

Skráin fyri kappingina sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder