Fótbóltur

U15: Landsliðsvenjarin er errin av gentunum

Føroyar vunnu ein av teimum trimum dystunum í menningarkappingini í Bulgaria.

2022-10-06 17:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein sigur og tvey tepur tap. Tað var úrtøkan hjá U15 landsliðnum við gentum í UEFA menningarkapping í Bulgaria hesaferð, og tað er ein stak væl nøgdur og errin landsliðvenjari, sum á heimasíðuni hjá FSF tekur saman um kappingina.

– Yvirskipað eru vit heilt væl nøgd. Sjálvandi vilja vit altíð vinna, men tað ræður eisini um at fáa royndir, og tað fáa okkara spælarar í slíkum dystum og kappingum 

Í fyrsta dystinum spældu føroysku genturnar móti vertunum, og talan gjørdist um sanna sanna málveitslu, sum Bulgaria endaði við at vinna 5-4. Elisabet Norðoy Vilhelmsen skoraði tvey mál í hesum dystinum, meðan Kára Sigurðsson og Halla Ejdesgaard skoraðu hvør sítt. 

[object Object]Halla Ejdesgaard, Elisabeth Norðoy Vilhelmsen og Kára Sigurðsson skoraðu allar móti Bulgaria (Mynd: fsf.fo)

[object Object]
Tær sum byrjaðu í sigrinum á Montenegro

Eftir hetta spældu Føroyar móti Montenegro, sum tvær ferðir í dystinum kom á odda. Báðar ferðir megnaðu føroysku genturnar tó at svara aftur og javna, og stutt fyri leiklok skoraði Halla Ejdesgaard sigursmálið, soleiðis at Føroyar vunnu dystin 3-2. Kára Sigurðsson og Anna á Borg skoraðu hini bæði málini.

Í gjár var seinasti dysturin í kappingini spældur. Føroyar møttu Norðurírlandi og spældu væl og virðiliga upp við mótstøðuna, hóast dysturin endaði við einum 2-0 sigri til norðurírar. Hóast hetta er Sigtór Petersen væl nøgdur við menningina, sum hansara lið hevur víst seinastu tíðina.

– Vit hava flutt okkum sera nógv ítróttarliga, og vit klára væl at spæla upp ímóti miðal lond í Evropa ár um ár. Tað sigur ótrúliga nógv um okkara ungu og røsku gentur, og eg ivist ikki í, at hetta eisini fer at kasta góð avrik av sær í framtíðini, sigur Sigtór Petersen at enda.

Fleir myndir frá menningarkappingini í Bulgaria.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder