Fótbóltur

U15: Víkingur fór avstað við FM í Klaksvík

Talan var um eina spennandi "FM-finalu" við Djúpumýru, har nógvir áskoðarir vóru, og har teir ljósabláu vóru omaná og kundu lyfta steypið og fáa gullkrónurnar.

Víkingarnir kundu fegnast við Djúpumýru í gjárkvøldið (Mynd: Norðlýsið)

Víkingarnir kundu fegnast við Djúpumýru í gjárkvøldið (Mynd: Norðlýsið)

2019-10-11 09:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið varð FM hjá U15 dreingjum avgjørt við einum braki. Víkingur vitjaði í Klaksvík, og undan dystinum var KÍ oddalið; bert eitt stig frammanfyri dreingirnar úr Eysturkommunu. Harvið skuldi útiliðið vinna, meðan KÍ hevði nóg mikið við javnleiki.

Í sera spennandi steypafinaluni millum liðini bæði við Løkin fyri mánaði síðani dró Kí longra stráðið eftir longda leiktíð. Hesaferð koppaði tað til Víking. Aftur var talan um tættan dyst, har tað regnaði nakað, og har inntensiteturin var høgur og ein rúgva av áskoðarum vóru til staðar - bæði norðingar og fólk úr Eysturkommunu. 

Dreingirnir á báðum liðunum góvu alt fyri at tryggja sær FM-steypið, og beint fyri hálvleik legði Jákup Martin Jarnskor beint áðrenn hálvleik. KÍ skuldi tó bert hava eitt mál, so lá føroyameistaraheitið aftur til teir kongablaú og hvítu, men Víkingur sló aftur til, tá farið var um miðjan 2. hálvleik. Tað var Dánjal Jóhan Hansen, ið skoraði tað málið, og løtu seinnu kundi Víkingur lyfta steypið. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder