Tá føroysk ungdómslandslið fara útum landoddarnar at umboða land okkara, er tað í allarflestu førum í Evropa, at kappast verður. Men í døgunum 12. til 21. oktober skal U16-fótbóltslandsliðið við dreingjum spæla tríggjar landsdystir í Bangladesh í sunnara parti av Asia.
Umframt vertirnar, skulu Føroyar spæla móti Maldivoyggjum og Kambodja í Dhaka, ið er størsti býur og høvuðsstaður í Bangladesj. Allir dystirnir verða leiktir á Bangabandhu National Stadion.
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, greiðir heimasíðuni hjá FSF frá, hvussu hendan ørvísi uppgávan kom í lag:
- Vit fingu ein fyrispurning frá UEFA um at vera við í “UEFA Assist átakinum”, ið hevur til endamáls, at lond í Evropa samstarva við lond í øðrum heimspartum, og í hesum føri er talan um trý lond í Asia. Síðani hava vit kannað ymisk viðurskifti, og hava nú tikið avgerð um at senda U16-landsliðið við dreingjum til eina kapping í Bangladesj. Hetta er eitt sindur øðrvísi, í mun til hvat vit eru von við, men hetta kann vónandi geva okkum nógv.
Hópurin sum skal avstað er ikki kunngjørdir enn, men talan verður um dreingir, sum eru føddir í 2004. Sostatt er talan um yngra árgangin á U17-landsliðnum. Tað verður tí eitt U16-landslið, ið fer avstað, og tað verður við Áka Johansen sum venjara:
- Hetta er ein spennandi og øðrvísi avbjóðing, ið nú stendur fyri framman. Men hetta er eisini góð fyrireiking til teir, sum væntandi koma at mynda U17-landsliðið komandi ár, sigur landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald