Fótbóltur

U16: Gunhild og KÍ snýttu HB

Við máli í yvirtíðini syrgdi Gunhild Arge Joensen fyri, at KÍ vann 3-2 í spennandi steypafinaluni móti HB, sum annars var á odda tvær ferðir.

Gunhild Arge Joensen og hinar hjá KÍ fegnast um sigursmálið á Tórsvølli. Gunhild skoraði tvey mál í finaluni (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

Gunhild Arge Joensen og hinar hjá KÍ fegnast um sigursmálið á Tórsvølli. Gunhild skoraði tvey mál í finaluni (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2026-09-04 22:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað leikaði javnt á, og tað var spenningur allan vegin, tá HB og KÍ fríggjakvøldið brustu saman í steypafinaluni fyri U16 gentur.

HB var á odda bæði 1-0 og 2-1, men klaksvíksgenturnar góvu ongantíð skarvin yvir, og tá avtornaði vann KÍ 3-2 á Tórsvølli.

[object Object]
(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

Sigursmálið skoraði Gunhild Arge Joensen, sum var ein av yngstu spælarunum í finaluni, beint fyri leiklok. Hetta var í yvirtíðini, tá dysturin sá út til at fara í longda leiktíð.

[object Object]

[object Object]
Ógvuliga fegnar gentur úr Norðyggjum við toymi (Myndir: Jóhanna Thomsen/FSF)

Lilja Eiriksdóttir Højsted og Julia Rósa Dal Christiansen stóðu fyri málunum hjá HB, meðan Gunhild Arge Joensen (tvey mál) og Erla Joensen gjørdu málini hjá KÍ.

Petsy Káradóttir Nielsen hjá HB kosin til besta spælara í finaluni

[object Object]
Petsy Káradóttir Nielsen heiðrað eftir finaluna (Mynd: Rói Sørensen/Havnar Bóltfelag)

Kelda: Fótbóltssamband Føroya

-------------------------------------

Steypafinalur 2026 - fyrru partur

U16 gentur
Fríggjadagin 4. septembur
HB KÍ 2-3

U15 dreingir 
Hósdagin 3. septembur

HB – Víkingur 5-1

Sí eisinI: HB fór við fyrsta steypinum

Leygardagin 5. septembur
Kl. 14:00 Víkingur – HB (U18 dreingir)
Kl. 19:00 Víkingur – KÍ (Løgmanssteypið menn)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder