Hondbóltur

U16-kvinnurnar endaðu við sigri

Tær vunnu greitt 31-17 á Estlandi í morgun. European Open er nú av, og gjørdist Føroyar nummar 14 av 17 liðum.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2022-07-08 10:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroysku U16-kvinnurnar endaðu European Open við einum greiðum 31-17 sigri á Estlandi, eftir hálvleiksstøðuna 11-10 til okkara.

Føroyar byrjaðu minni væl og vóru fyri tað mesta aftanfyri í fyrra hálvleiki. Tað var ikki fyrr enn stutt undan steðginum, at tingini byrjaðu at rigga og komu okkara fram um 11-10.

Føroyar prógvaðu í seinna hálvleiki, at vit eru betri enn Estland. Okkara runnu estisku kvinnurnar niður og vunnu dystin greitt 31-17. Tað var serlig Joan Johannesen á høgra vongi, sum var eyðsýnd við heili 8 málum.

European Open er nú av, og gjørdist Føroyar nr. 14 av 17 liðum. Hetta er á leið, tað sum var væntað áðrenn kappingini og eitt nøktandi úrslit. Føroyar hava spælt eina læruríka kapping við fleiri heilt góðar dystir.

Málskjúttar móti Estlandi:

Joan Johannesen 8

Silja Geirsdóttir Eystberg 5

Agatha Djurhuus 4

Katrin Hansen 3

Helena Magnusardóttir 3

Ró Reginsdóttir 3

Rakul Borgarlíð Joensen 2

Bára Reginsdóttir 1

Maria Beder 1

Fjóla Skaalum Vilhelm 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder