Hondbóltur

U16-landsliðið hjá dreingjum úttikið

Uppgávan er tveir dystir móti Íslandi í høllini á Hálsi í juni. 19 leikarar eru úttiknir, og hetta eru fyrstu landsdystirnir hjá ungu monnunum.

David Edvardsen, her við skotroynd í dyst fyri Kyndil, er annar av landsliðsvenjarunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

David Edvardsen, her við skotroynd í dyst fyri Kyndil, er annar av landsliðsvenjarunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-24 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kalendarin hjá føroysku U-landsliðunum er á tremur við dystum, og millum annað hevur U16 landsliðið hjá dreingum - eins og tað hjá gentum - dystir móti Íslandi á skránni í juni.

Í tí sambandi hava landsliðsvenjararnir, Terji Mørk og David Edvardsen, úttikið 19 leikarar

Hetta eru fyrstu landsdystirnir hjá ungu monnunum, sum skulu spæla European Open 2023 og EM-kapping í 2024, skrivar hsf.fo.

Hópurin:

Málverjar:

Ingi Johannesen, H71
Nóa Larsen, EB
Torkil Skála, ÍA

Útileikarar:
Brian Eyðfinnsson, Neistin
Bogi Jógvansson Christiansen, Neistin
Lýðar í Dímun, Neistin
Magnus Árason, Neistin
Rógvi Brimnes, Neistin
Sebastian Gullfoss, Neistin
Jákup Egholm, H71
Jógvan Andrias Lamhauge, H71
Jón Midjord, H71
Haraldur Karlsson, H71
Magnus Rubek Carlsen, H71
Silas Larsen, EB
Torkil Sverri Dahl, EB
Erling Erlendsson, Kyndil
Rúnar Hammer, Kyndil
Jógvan Svarthamar, VÍF

Dystirnir móti Íslandi eru á skránni 11. og 12. juni í Høllin á Hálsi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder