Seinasta umfar í B-undankappingarbólkinum hjá U17-gentum í Føroyum er á skránni í dag.
U17 gentur, 3. umfar í bólki B3- undankappingini
Í dag, leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)
Støðan eftir tvey umfør:
1. Rumenia 6 stig
2. Lettland 3 stig
3. Føroyar 3 stig
4. Georgia 0 stig
Føroysku genturnar vunnu uppiborið á Goergia mikudagin. Brá Zakarisardóttir skoraði bæði málini í dystinum.
Brá gjørdi bart móti Georgia (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
Sí eisini:
U17: Føroyar vunnu fult uppiborið á Georgia
Fleiri myndir frá sigrinum
Føroyska liðið er í einari støðu nú, har man við tvey-máls sigri yvirhálar Rumenia. Samstundis tryggjar man, at Lettland verður aftanfyri, sjálvt um Lettland vann á Føroyum og kemur upp á 6 stig eisini við sigri á Georgia. Har spælir innanhýsis málúrttøkan ein leiklut.
Um Føroyar vinna við einum málið í kvøld, so verður helst talan um eitt størri roknistykki. Tað verður í øllum førum torført móti Rumenia, sum hevur vunnið báðar dystirnar í kappingini. Liðið var eisini í A-undankappingini í fjør.
Tað er eitt pláss í A-undankappingini næstu ferð uppá spæl og góði heiðurin at enda nummar 1 í bólkinum. Føroyar vístu góðar taktir mikudagin og í pørtum av fyrsta dystinum móti Lettlandi (1-2), og hetta skal takast við inn til dystin móti oddaliðnum.
Jakobina Bergsdóttir við bóltinum í dystinum móti Georgia (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17. Televarpið vísir dystin, og Youtube-rásin hjá FSF vísir dystin Tað er HER. Portalurin er á staðnum við myndatólinum, og vit hava eina dystarfrásøgn aftaná.
Tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar. Í hesum sambandi verður heitt á áskoðararnar um at brúka inngongd J á Tórsvølli, upplýsir Fótbóltssamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald