Fótbóltur

U17: Danmark er fyrsta uppgávan

Uppgerð innan ríkisfelagskapin verður í Svøríki seinnapartin, har EM-undankappingin fer í gongd.

Føroyska liðið til fyrstu venjingina í Svøríki (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Føroyska liðið til fyrstu venjingina í Svøríki (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2019-09-27 09:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er tætt við Helsingborg í Skåne, at føroysku U17-dreingirnir skulu royna seg í EM-undankapping.

Umframt at spæla móti svium skulu okkara dreingir eisini royna seg ímóti Danmark og Litava. 

[object Object]
Her til venjing í Holbæk (Mynd: FSF)

Føroyar hava hesa vikuni verið á venjingarlegu í Holbæk, og tað er júst ímóti  Danmark, at slagið skal standa.

Áki Johansen er venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum. Hann førdi í 2016/2017, saman við Pól F. Joensen, Føroyar til eitt søguligt EM-endaspæl. trøkka har nú er ikki ikki sannlíkt, men hesin hópurin hevur eisini fleiri spennandi leikarar. Og eftir eitt heldur miseydnað NM á Fjóni í augsut, skulu hetta liðið royna at reisa seg. 

Hópurin:

Elias Rausborg, Hvidovre IF (Danmark)

Richard Højgaard de Franca, Holbæk (Danmark)

Fayo Kruse, EB/Streymur

Filip Johannesen, EB/Streymur

Emil Weihe Joensen, B36

Mattias Weihe Joensen, B36

Martin Agnarsson, B36

Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

Olaf Barðason, Víkingur

Bergur J. Poulsen, Víkingur

Poul Kallsberg, Skála

Samuel Johansen Chukwudi, HB

Brian Slyne, HB

Heini Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Áki Samuelsen, FC Midtjylland (Danmark)

Suni Hansen, SønderjyskE (Danmark)

Jørgin Nielsen, SønderjyskE (Danmark)

Jonathan Lassesen, HIK (Danmark)


Skráin til EM:

27. sept (í dag). kl. 16:00 Føroyar – Danmark (Larods Hittarp)

30. sept. kl. 16:00 Svøríki – Føroyar (Harlyckans IP)

3. okt. kl. 16:00 Litava – Føroyar (Larods Hittarp)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder