Fótbóltur

U17 dreingir: Hópurin til EM í Eysturríki úttikin

18 spælarar eru úttiknir til EM-undankappingina, sum verður í Eysturríki í oktober.

U17-dreingirnir, sum luttóku í EM-undankapping í Albania fyri einum ári síðani (Mynd: FSF)

U17-dreingirnir, sum luttóku í EM-undankapping í Albania fyri einum ári síðani (Mynd: FSF)

2025-09-28 08:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17 dreingjunum hevur nú sett navn á teir 18 spælararnar, ið eru boðsendir til EM-undankappingina í Eysturríki í oktober.

Írland, Kosovo og Eysturríki vera føroysku mótstøðulondini í kappingini, sum verður spæld í býnum Wiener Neustadt.

Fyrsti dystur hjá føroysku U17-dreingjunum verður móti Eysturríki 8. oktober. Føroyar og Írland hittast 11. oktober, og Føroyar hitta Kosovo 14. oktober, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Av teimum 18, sum eru úttiknir, eru fýra, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti: Jákup Kristiansson Poulsen spælir í Esbjerg fB, Tobias Bergkvist spælir fyri SFB – Oure, Nóa Klein Joensen er knýttur at Randers FC, og William Hansen spælir fyri Hvidovre IF.

Hópurin
Bjarti Johansson Hansen, B36
Brestir H. Magnussen, B36
Dennis Stefan Anghel Olaru, B36
Ingolf Olsen, B68
Magnus Pauli Thomsen, EB/Streymur
Nóa Kristin Mortensen, FC Suðuroy
Tummas Jákupsonur Joensen, FC Suðuroy
Dánjal Muller, KÍ
John Ziska Joensen, KÍ
Markus Klein Danielsen, NSÍ
Boas á Reynatrøð, Víkingur
Djóni Øre, Víkingur
Markus Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Jákup Poulsen, Esbjerg FB (Danmark)
Tobias Bergkvist, SFB – Oure (Danmark)
Nóa Klein Joensen, Randers FC (Danmark)
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder