Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-dreingjunum, hevur nú sett navn á teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til EM-undankappingina í Kroatia í november.
Kappingin verður spæld frá fríggjadegnum 3. til hósdagin 9. november, og rættiliga sterk mótstøða bíðar føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, skrivar FSF.
Umframt Føroyar og kroatisku vertirnar, vera England og Kosovo eisini við í kappingini.
Føroyar spæla móti Englandi 3. november, móti Kroatia 6. november, og móti Kosovo 9. november.
Hópurin, ið er úttikin til EM-undankappingina, er:
Jónas Nordendal, 07 Vestur
Magnus Ravnsfjall, 07 Vestur
Sjúrður Henriksen, AB
Torkil Árni Poulsen, B36
Sebastian Gullfoss, B36
Sjúrður Saltá, B68
Dánial Thuy Mørkøre, HB
Dávid Reynheim, HB
Jógvan á Lakjuni, ÍF
Rani Løkságarð Josephsen, KÍ
Kim á Tjaldrafløtti, KÍ
Beinir Grønagarð, NSÍ
Josva Signarson, Skála
John Joensen, Skála
Aron Benjaminsen, Skála
Erik Johansen, TB
Bogi á Reynatrøð, Víkingur
Jákup Bonolo Skoradal, Víkingur
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Arnór Barndsson, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald