FSF: Holland, Kroatia og Albania vera føroysku mótstøðulondini, tá U17 landsliðið við dreingjum í oktober mánað skal taka lut í EM-undankappingini, sum verður í Albania.
Sum fyrireiking til kappingina fara U17 dreingirnir fyrst í komandi mánað á venjingarlegu í Pinatar í Spania.
Endamálið við venjingarleguni er fyrst og fremst at fáa nakrar góðar venjingar í góðum umstøðum, umframt at dreingirnir eisini fáa møguleikan at venja og spæla á grasi.
Har afturat er ætlanin eisini at spæla tveir venjingardystir, men hvørji mótstøðuliðini verða, er ikki greitt enn.
Fróði Benjaminsen er venjari hjá U17 dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Rógva Nónsgjógv Poulsen, hevur hann úttikið 18 spælarar til venjingarleguna í Pinatar, sum liggur í landsynningshorninum av Spania.
Hópurin
Markus Johansen, 07 Vestur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Tróndur Sjúrðarson, NSÍ
Benadiktus Olsen, NSÍ
Jónas Brynhildarson Gaard, HB
Silas B. Joensen, HB
Jógvan í Lon, HB
Jógvan í Skála, HB
Dánial Mørkøre, HB
Dávid Reynheim, HB
Jens Eiler Samson, Víkingur
Jeffri Dulavík Berg, Skála
Eyðtór E. Joensen, TB
Djóni Sivertsen, B36
Rasmus Emil Poulsen, B36
Páll Muller, KÍ
Jónas Samuelsen, B68
Silas Pardamean Skaale Siagian, Lyngby BK (Danmark)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald