Fótbóltur

U17-dreingirnir: Úrslitini á Malta ikki nøktandi

Serliga 4-0 tapið fyri vertunum svíður. Venjarin, Christian Høgni Jacobsen, hevur, at samlaða avrikið annars var góðtikið. Eitt stig móti Gibraltar, Malta og Armenia sær heldur keðiligt út.

2025-03-06 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Samlaða avrikið var góðtikið, men úrslitini vóru ikki nøktandi, og tey síggja eisini keðilig út. Eg haldi tó, at tað, sum vit fóru eftir – spælið við bóltinum, og at fáa okkara leikarar at blíva tryggari tá teir eru undir ágangandi trýsti – eydnaðist hampuliga væl, og har fingu bæði venjarar og leikarar væl burtur úr.

Tað sigur Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, sum í seinastu viku tók lut í UEFA menningarkapping á Malta.

Høvuðsvenjarin ásannar fyri heimasíðu Fòtbóltssambandsins, at úrslitini ikki vóru nóg góð samanlagt. Tey vóru hesi: 

Føroyar - Gibraltar 1-1 (Føroyar vunnu eftir brotsparkskapping)
Føroyar - Armenia 0-1
Føroyar - Malta 0-4

Tað vil siga eftir 90 minuttir eitt stig í trimum dystum móti nøkulunda javnbjóðis tjóðum.

Fyrsti dysturin var ímóti Gibraltar, sum endaði 1-1. Málskjútti var Jóel Tróndargjógv. Men í menningarkappingunum verða allir dystirnir avgjørdir, og tí var farið beinleiðis til brotssparkskapping, sum Føroyar vunnu 4-3.

Av hinum tapinum er tað sjálvandi serliga tað móti Malta, sum stingur. Chrstian Høgni Jacobsen vísir tó á, at tað vóru framstig á fokusøkinum.

– Vit skulu menna okkara spæl við bóltinum, samstundis sum okkara ungu leikarar skulu hava dirvið til at hava bóltin, so vit megna at flyta spælið longri fram á vøllin. Á hesum økinum sóu vit týðulig framstig, men tað kostaði í verjupartinum.

Næsta uppgáva hjá U17 dreingjunum er um ein mánað, og tá gongur leiðin aftur til Malta, har EM undankapping er á skránni frá 8. til 17. apríl. Mótstøðulondini tá vera Malta, Luksemborg og Bulgaria, skrivar fsf.fi

Fleiri myndir av Malta síggjast HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder