
Um vikuskiftið kemur bólkaspælið í fyrsta endaspælinum í fótbólti í Føroyum at enda.
Í dag snýr tað seg um bólkin, har Føroyar eru við. Føroysku genturnar skulu á Tòrsvølli royna seg móti liðnum, ið fer at vinna bólkin: Niðurlond hava bast bæði Noreg og Eysturríki higartil, so hetta verður ein risa uppgáva fyri føroyska liðið.
Samstundis spæla Noreg og Eysturríki um at koma víðari sum 2'ari. Hetta á Djúpumýru. Hjá Noreg er nóg mikið við javnleiki vegna málúrttøku.
Báðir dystirnir byrja klokkan 15.
3. og seinasta umfar í bólki A
Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Føroyar - Niðurlond (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (á Djúpumýru)
Støðan:
1. Niðurlond 6 stig
2. Noreg 3 stig
3. Eysturríki 3 stig
4. Føroyar 0 stig
Seinasta umfar í bólki B, sum er tættur, verður í morgin, sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald