Fótbóltur

U17: Enda á Tórsvølli móti Aserbadjan

Seinasti dystur í EM-undankappingini er á skránni klokkan 13, tá føroyska liðið skal royna at koppa Aserbadjan.

Fridrikka Klementsen og hinar á føroyska liðnum skulu í eldin tíðliga seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Fridrikka Klementsen og hinar á føroyska liðnum skulu í eldin tíðliga seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-23 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan kappingini varð lagt upp til, at dysturin har Føroyar høvdu best møguleika fyri at fáa stig var tann seinasti. Aserbadjan og Føroyar hittust í menningarkapping í Hvítarusslandi fyrr í ár, og tá vann Aserbadjan 2-0 í einum tøttum dysti.

Í kappingini í Føroyum hava liðini tapt ávikavist 0-14 og 0-11 samanlagt móti Noreg og Slovenia, og nú skulu tey stríðast um stig. Landsliðsvenjarin, Øssur Hansen, segði eftir dystin móti Slovenia, at nú fór føroyska liðið eftir sigurin móti Aserbadjan. Eftir marrubyrjanina móti Noreg (0-12) reistu Føroyar seg í ein mun móti Slovenia (0-4), og lagt er upp til ein spennandi dyst á Tòrsvølli tíðliga seinnapartin.

Vit verða til staðar og hava dagføringar, myndir og samandrátt frá dystinum, sum byrjar klokkan 13. Eftir dystin fáa við viðmerkingar úr føroysku leguni.

Á Ovara vølli í Gundadali spæla Noreg og Slovenia avgerandi dystin um 1. plássið. Tann dysturin er samstundis sum tann hjá Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder