Fótbóltur

- Kennist sum ein lítil uppreisn

- Nú fara vit eftir sigrinum móti Aserbadjan. Hetta segði Øssur Hansen, landsliðsvenjari hjá U17 gentum, eftir 4-0 tapið fyri Slovenia á Tórsvølli í gjár.

Frá dystinum móti Noreg hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

Frá dystinum móti Noreg hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-21 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum leikari javnaði hann í yvirtíðini til 2-2 fyri A-landsliðið móti Slovenia á Svangaskarði. Hetta var í undankappingini til HM 2002, og frálíka frísparkið við frálíka vinstra beininum hjá Øssi Hansen er eitt av kendaru málunum í føroysku landsliðssøguni.

Í gjár stóð hann sum venjari hjá U17 gentulandsliðnum yvirfyri Slovenia aftur á føroyskari jørð. Føroyska avrikið og úrslitið var væl betri enn tað ímóti Noreg hósdagin í fyrsta dystinum í EM-undankappingini. Tà taptu Føroyar heili 12-0 og fingu so at siga ikki eitt bein til jørðina.

Les eisini: Skrædl í fyrsta dystinum á Tórsvølli 

Í gjár var 2. umfar undankappingini í Føroyum á skránni. Fyrst vann Noreg 5-0 á Aserbadjan. Øll málini komu í 1. hálvleiki. Í gjárkvøldu hittust Føroyar og Slovenia. Slovensku genturnar skoraðu tvey mál í hvørjum hálvleiki og vóru omaná, tó at Føroyar vóru betri við enn móti Noreg:

- Vit eru sjálvandi ikki nøgd við at tapa, men hetta kennist alíkavæl sum ein lítil uppreisn, í mun til dystin móti Norra. Eg eri ótrúliga væl nøgdur við innsatsin frá okkara gentum, sum veruliga offraðu seg fyri hvørja aðra.

Hetta segði landsliðsvenjarin, ið staðfestur, at nú verður farið eftir stigum: 

- Nú fara vit eftir sigrinum móti Aserbadjan. Tað verður ikki nøkur løtt uppgáva, men vit trúgva upp á, at tað ber til, sigur Øssur Hansen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Seinastu dystirnir verða spældir mikudagin klokkan 13:00. Á Ovara vølli í Gundadali hittast Norra og Slovenia, og á Tórsvølli taka okkara gentur ímóti Aserbadjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder