Norsku gestirnir vóru ikki blíðir móti føroysku vertunum, tá liðini hittust í 1. Umfari í EM-undankappingini, sum verður leikt í Føroyum. Fyri stórari viku síðani vann Noreg heili 13-0, tá liðini hittust í A-landsliðshøpi; í dag var munurin eitt mál færri.
Myndir: Føroyar - Noreg
Noreg setti seg á dystin beinanvegin, og fyrstu 25 minuttirnar var norska liðið effektivt og skoraði uppá uppløgdu málmøguleikarnir. Noreg spældi væl, og føroyska liðið stóð sera djúpt. Til tíðir var liðið væl skipað, og málið var hildið reint ein lítlan hálvan tíma; frá tí 0-6 málið kom, til tað gjørdist 0-7. Tá var føroyska liðið vælskipað, og kom eisini nærri norsku leikarunum í nærdystunum.
Fridrikka Clementsen megnaði í nøkrum førum at halda fast í bóltinum (Mynd: Sverri Egholm)
Har var tó einki at gera; Noreg var samanlagt nakrar klassar omanfyri. Norsku genturnar vóru til dømist fysiskt væl sterkari og skoraðu tvær ferðir í 2. Trý mál innanfyri fimm minuttir. Til seinast gjørdist tað eisini tvísiffrað. Føroyar megnaðu als ikki at halda fast í bóltinum, og vóru sera sjáldan á norsku hálvuni. Eitt skot varð sent ímóti norska málinum frá áleið miðjum vølli; Noreg hevði sambært hagtølunum hjá UEFA 45 skotroyndir – 15 á mál.
Føroyska liðið hevur nú tveir heilar dagar til at fyrireika seg til uppgávuna móti Slovenia, sum verður á Tórsvølli sunnukvøldið klokkan 17.30. Tá kunnu Føroyar reisa seg. Slovenia vann fyrr í dag tryggan 6-0 sigur á Aserbadjan á Tórsvølli.
U17 EM undankapping, 1. Umfar
17. Oktober, Tórsvøllur
Føroyar – Noreg 0-12 (0-6)
6’ 0-1
13’ 0-2
19’ 0-3
22’ 0-4
24’ 0-5
31’ 0-6
58’ 0-7
59’ 0-8
63’ 0-9
86’ 0-10
90’ 0-11
91’ 0-12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald