Fótbóltur

U17: Endaðu við stórsigri á Liktinstein

Dreingirnir vunnu heili 6-0 og fýra ymiskir málskúttar vóru.

Føroyski hópurin eftir sigurin 
(Mynd: FSF)

Føroyski hópurin eftir sigurin (Mynd: FSF)

2019-04-26 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgun spældu føroysku U17-dreingirnir seinasta dystin í UEFA menningarkappingini, ið hesa vikuna hevur verið á skránni høvuðsstaðnum í Estlandi. Føroyar taptu fyrst 2-0 móti Litava, og fríggjadagin gjørdist takan um 5-0 tap móti vertunum.

Føroyska liðið skapti fleri møguleikar í teimum fyrstu dystunum, og í dag eydanðist at at fáa eina rúgva av málum. Landsliðsvenjarin, Áki Johansen, sigur soleiðis við FSF-heimasíðuna um sigurin: 

- Spælið hendan dyst stóð einki aftanfyri tað, sum okkara dreingir vístu ímóti Estlandi og Litava. Munurin var bara tann, at hesaferð skoraðu vit upp á kjansirnar. Sigurin var ikki eitt mál ov lítil, og endiliga fingu hesir ungu dreingir løn fyri stríðið

Føroyar vóru á odda 3-0 í steðginum. Jens Mortan Samson legði føroyska liðið á odda í 25. minutti, og bara tveir minuttir seinni økti Olaf Bárðason leiðsluna. Stutt fyri hálvleik var Jens Mortan aftur upp á spæl og skoraði til 3-0.

[object Object]
(Føroysku málskjúttarnir - Mynd: FSF)

Eftir steðgin fingu føroyingar eisini trý mál. Smáir tíggju minuttir vóru spældir, tá Olaf Bárðason gjørdi sítt næsta mál, tá hann skoraði til 4-0 til Føroyar. Fimm minuttir fyri leiklok økti Jørgin Nielsen til 5-0, áðrenn Emil Weihe Joensen í yvirtíðini skoraði seinasta málið í 6-0 sigrinum.

- Vit vóru nógv tað betra liðið, og eg eri ótrúliga væl nøgdur við avrikið, ið dreingirnir hava víst hesa vikuna. Nú glaða vit okkum bara til at koma heim, sigur Áki Johansen

UEFA-Menningarkapping - Talinn, Estland
Føroyar - Liktinstein 6-0 (3-0)

Føroyska liðið: 12. Dávid Petersen (M), 2. Bergur Poulsen (Liðskipari), 3. Martin Agnarsson, 4. Elias Rausborg, 6. Samuel Johansen Chukwudi, 7. Mattias Weihe Joensen, 8. Heini Sørensen, 9. Jens Mortan Samson, 10. Suni Hansen, 13. Olaf Bárðason og 17. Poul Kallsberg.

Í seinna hálvleiki komu Dávid Matras, Bogi Hentze, Mortan Rasmussen, Emil Weihe Joensen og Áki Samuelsen á vøllin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder