Fótbóltur

U17: Eyðvør væntar sær ymiska mótstøðu á Tórsvølli

Venjarin, Eyðvør Jacobsen, er bjartskygd undan EM-undankappingini, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars. Føroyar taka ímóti Lettland, Georgia og Rumenia.

Tí er eitt sindur ilt at meta um dystirnar frammanundan, men vit ætla okkum sjálvandi so góð úrslit sum tilber (Mynd: fsf.fo)

Tí er eitt sindur ilt at meta um dystirnar frammanundan, men vit ætla okkum sjálvandi so góð úrslit sum tilber (Mynd: fsf.fo)

2024-03-15 12:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í døgunum 17. til 23. mars verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri bólki B3 í EM-undankappingini fyri U17 gentur. Umframt Føroyar sum vertsland, vera Lettland, Georgia og Rumenia eisini við í kappingini.

Sí eisini: Føroyar og Lettland lleggja fyri á Tórsvølli

Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17 gentunum. Sambært fsf.fo er hon sum heild bjartskygd til komandi uppgávu og væntar nakað ymiska mótstøðu frá teimum trimum londunum, ið koma hendan vegin.

– Eg kenni ikki so nógv til hini londini annað enn at Rumenia flutti niður úr deild A seinast, har tær møttu Eysturríki, Týsklandi og Ukraina. So vit kunnu rokna við at Rumenia er sterkasta landið í bólkinum.

Móti Lettlandi og Georgia burdi tað, alt annað enn líka, verið talan um rímiliga tættar dystir.

– Fyri einum ári síðani taptu vit 1-0 fyri Lettlandi, meðan Georgia endaði aftast í sínum bólki til seinastu EM-undankapping. Tí er eitt sindur ilt at meta um dystirnar frammanundan, men vit ætla okkum sjálvandi so góð úrslit sum tilber, sigur Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Dystarskráin:

Sunnudagin 17. mars
Kl. 13:00 Lettland – Føroyar
Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

Allir dystirnir verða vístir í Televarpinum, og á Youtube rásini hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder