Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum vandi tvær ferðir skírisdag og tvær ferðir í dag sum fyrireiking til komandi UEFA menningarkapping. Hon verður í Estlandi, har Føroyar, umframt móti vertunum, skulu spæla ímóti Litava og Liktinstein.
Áki Johanesen og Jens Kristian Hansen eru venjarar hjá liðnum, og teir hava havt nógva tíð saman móti liðnum. Eisini hevur fysiski venjarin Eli Nolsøe Leifson verið og havt onkrar testir við leikarunum, við millum annað at kanna hvussu skjótt leikararnir renna á ymsikum teinum.
Hetta er ein kapping, har Føroyar mugu metast at hava møguleikan at verða væl við í øllum dystunum. Tað er fyrstu ferð, at hetta nýggja U17-landsliðið skal spæla dystir. Seinni í ár er NM-kapping og síðani EM-kapping á skránni. Leikararnir eru føddir í 2003 og 2004. Føroyska ferðalagið fer
Føroyski hópurin:
Olaf Bárðason, Víkingur
Bergur J. Poulsen, Víkingur
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Dávid Matras, KÍ
Jens Mortan Samson, KÍ
Mortan Rasmussen, KÍ
Emil Weihe Joensen, B36
Mattias Weihe Joensen, B36
Martin Agnarsson, B36
Eyðbjørn Østergaard, B36
Heini Sørensen, FC Midtjylland (DAN)
Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DAN)
Samuel Chukwudi, HB
Elias Rausborg, Hvidovre (DAN)
Suni Hansen, NSÍ
Jørgin Nielsen, NSÍ
Bogi Hentze, B71
Poul Kallsberg, Skála
Skráin í Tallinn:
22. apríl Føroyar – Litava
24. apríl Estland – Føroyar
26. apríl Liktinstein – Føroyar
Fleiri myndir frá venjing hósdagin kunnu síggjast á facebook-síðuni hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald