Tíðliga í hesum mánaðinum var liðið í Gibraltar og spældi tveir venjingardystir - í næsta mánaði verður talan um torførari mótstøðu í EM-kapping.
Les eisini: U17: Kærkomið við tveimum venjingardystum
Eyðun Klakstein stendur á odda fyri liðnum, og saman við hjálparvenjaranum, Fróða Benjaminsen, hevur hann úttikið hópin til komandi kapping. 18 leikarar úr trettan ymiskum feløgum - ein spælir fyri felagslið í Suðuroynni - skulu við.
Hópurin:
Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur
Carl Mikkelsen, B36
Marius Allansson, B36
Bartal Páll Klein, B36
Svend Danielsen, B68
Hanus Højgaard, B68
Suni Herman Petersen, B71
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, HB
Dávur Heinesen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Jóhan Josephsen, KÍ
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Teitur Knudsen, NSÍ
Ervin Rasmussen, Skála
Oliver Thomsen, TB/FCS/Royn
Bjørn Bjarkhamar, Víkingur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Føroyar leggja fyri ímóti slovenum tann 6. oktober. Tríggjar dagar seinni er vertslandið mótstøðuliðið, og seinasti dysturin, sum er móti Kosovo, verður spældur 12. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald