Fótbóltur

U17: Hesir skulu til NM

Áki Johansen hevur úttikið 18 leikarar til føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum í august skal spæla NM-kapping í Danmark.

U17-hópurin, sum fyrr í ár var til UEFA menningarkapping í Estlandi. Í mun til tá eru onkrar broytingar í hópinum - Mynd: FSF

U17-hópurin, sum fyrr í ár var til UEFA menningarkapping í Estlandi. Í mun til tá eru onkrar broytingar í hópinum - Mynd: FSF

2019-06-29 11:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í august verður árliga NM-kappingin fyri U17-landslið við dreingjum á skránni. Í ár er Danmark vertur fyri kappingini. Dystirnir verða leiktir í Nyborg á Fjóni dagarnar 4., 7. og 10. august.

Føroyar eru sum vanligt við, og heimasíðan hjá fótbóltssambandinum skrivar í morgun, at hópurin nú er úttikin. Áki Johansen er venjari hjá U17-landsliðnum, og saman við Jens Kristiani Hansen, hjálparvenjara, hevur hann sett navn á teir 18 spælararnar, ið skulu umboða Føroyar til NM. Leikararnir eru úr árgangunum 2003 og 2004.

 

Hópurin:

Fayo Kruse, EB/Streymur

Olaf Bárðason, Víkingur

Bergur J. Poulsen, Víkingur

Pætur Sørensen, Víkingur

Elias Rausborg, Hvidovre IF (DAN)

Dávid Matras, KÍ

Emil Weihe Joensen, B36

Mattias Weihe Joensen, B36

Martin Agnarsson, B36

Eyðbjørn Østergaard, B36

Heini Sørensen, FC Midtjylland (DAN)

Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DAN)

Samuel Johansen Chukwudi, HB

Brian Slyne, HB

Suni Hansen, NSÍ

Jørgin Nielsen, NSÍ

Poul Kallsberg, Skála

Jonathan Lassesen, HIK (DAN)

FSF boðar frá, at kappingarleisturin er broyttur nakað í mun til undanfarnar NM-kappingar, og tí er ikki heilt greitt enn, hvørjum londum føroyska liðið skal spæla ímóti. Tað er tó vist, at fyrsti dysturin hjá Føroyum er 4. august ímóti Noregi á Horne Stadion.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder