Fótbóltur

U17: Høvdu avgjørt uppiborið betri

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystinum í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Estlandi.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-04-23 11:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Skurðviðgerðin eydnaðist, men sjúklingurin doyði! Nakað soleiðis var kenslan var eftir dystin. Vit vóru minst líka góðir, ella betri, enn litavarnir, men vit standa eftir við einum 2-0 tapi.

Orðini eigur Áki Johansen, høvuðsvenjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í UEFA menningarkapping í Estlandi.

Mótstøðuliðið í fyrsta dystinum var Litava, sum longu í 3. minutti legði seg á odda. Henda støða helt sær til fimm minuttir vóru eftir at spæla, tá litavar øktu til 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

- Vit eru væl nøgdir við avrikið hjá okkara dreingjum. Spælið var til tíðir sera gott, og vit skapa nokk av málmøguleikum til at fáa minst eitt, kanska trý, stig. Um vit hugsa menningina av okkara spælarum, so var hetta ein góður dystur. Tó skulu vit royna at rætta okkurt til næsta dyst, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

Næsti dystur hjá føroyska U17-liðnum verður mikudagin klokkan 15:00 (fø. tíð). Tá er mótstøðuliðið Estland, sum í sínum fyrsta dysti vann heili 7-0 á Liktinstein.

Føroyar: Eyðbjørn Østergaard, Bergur Poulsen, Martin Agnarsson, Mortan Rasmussen, Samuel Johansen Chukwudi, Mattias Weihe Joensen, Heini Sørensen, Jens Mortan Samson, Súni Hansen, Dávid Matras og Poul Kallsberg.

Tá hálvur tími var spældur bleiv Olaf Bárðason skiftur inn, og í seinna hálvleiki komu Elias Rusborg, Áki Samuelsen, Emil Weihe Joensen, Jørgin Nielsen og Bogi Hentze á vøllin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder