Fótbóltur

U17-kappingin: Byrja móti Lettlandi á Tórsvølli 17. mars

Seks dystir í EM-undankappingini verða spældir í høvuðsstaðnum í døgunum 17. til 23. mars. Lettland, Georgia og Rumenia vitja Føroyar.

Føroyska U17-landsliðið við gentum fekk í fjør fleiri góð úrslit (Mynd: fsf.fo)

Føroyska U17-landsliðið við gentum fekk í fjør fleiri góð úrslit (Mynd: fsf.fo)

2024-02-21 17:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskiftið kunngjørdi Fótbóltssamband Føroya, at man skal vera vertur fyri einum bólki í EM-undankappingina fyri U17 gentur í mars.

Í dag skrivar fsf.fo at skráin nú er løgd til rættis. Tað er millum annað greitt, at Føroyar spæla fyrsta dystin ímóti Lettlandi sunnudagin 17. mars klokkan 17:00

- Lettland, Georgia og Rumenia vera føroysku mótstøðulondini, tá bólkur B3 í EM-undankappingin fyri U17 gentur verður í Føroyum í døgunum 17. til 23. mars.

Spælt verður triðja hvønn dag. Allir dystirnir, undantikið dysturin millum Georgia og Lettland í síðsta umfari, verða spældir á Tórsvølli.

Sunnudagin 17. mars
Kl. 13:00 Lettland – Føroyar
Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

Yvirlit: fsf.fo

Les eisini: U17-kapping verður í Føroyum aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder