Hondbóltur

U17-kvinnurnar hitta Italia seinnapartin

Kl. 14 spælir føroyska U17-landsliðið hjá kvinnum móti Italia í EHF-Championship-kappingini í Georgia.

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2021-08-09 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 14 tekur føroyska U17-landsliðið hjá kvinnum ímóti Italia í EHF-Championship-kappingini í Tbilisi í Georgia.

Fríggjadagin fingu Føroyar eina góða byrjan í kappingini, tá U17-kvinnurnar spældu javnt móti Serbia, sum er ein av favorittunum í kappingini. Dysturin endaði 26-26.

Frígjadagin vann Italia eisini sín fyrsta dyst móti Estlandi. Dysturi endaði 34-15.

Dysturin millum Føroyar og Italia kann stroymast á ehftv.com.

Næsti dysturin hjá føroysku kvinnunum verður hósdagin klokkan 11. Tá spæla tær móti Estlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder