Tað endaði við stórtapi í næsta dystinum hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í UEFA menningarkapping í Tallinn í Estlandi. Tá liðini fóru til hálvleik var støðan 3-0 til heimaliðið, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu fer, stóð 5-0 á máltalvuni.
Hóast tap upp á 5-0, so er kortini nógv, ið føroyska liðið kundi taka við sær frá hesum dysti, og sambært venjaranum, Áka Johansen, so hava okkara spælarar uttan iva lært eina rúgvu.
- Hetta ljóðar sum ein skøvað pláta, men um vit hyggja at hagtølunum, so eru vit betri enn Estland. Tað kunnu vit alíkavæl ikki brúka til so nógv. Men tað sum vit skulu taka við okkum frá hesum dysti, eru allar tær góðu støðurnar, og teir stóra málmøguleikarnar, sum vit spæla okkum fram til.
- Úrslitið boðar frá, at vit fingu bank. Men tað var also bara á máltalvuni. Tíverri er tað kortini tað, ið stendur eftir, og tað hava okkara dreingir ikki uppiborið. Samanumtikið lærdu vit eina rúgvu, og kanska vit lærdu meir enn mótstøðuliðið, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Føroyska U17-liðið spælir seinasta dystin fríggjadagin. Tá er mótstøðuliðið Liktinstein, sum í sínum dystum hevur tapt 7-0 fyri Estlandi, og 3-0 ímóti Litava, skrivar FSF.
Føroyar: 1. Eyðbjørn Østergaard (M), 2. Bergur Poulsen, 3. Martin Agnarsson, 4. Elias Rusborg, 6. Samuel Johansen Chukwudi, 8. Heini Sørensen, 11. Áki Samuelsen, 13. Olaf Bárðason, 14. Emil Weihe Joensen, 16. Jørgin Nielsen og 18. Bogi Hentze.
Stutt fyri steðgin varð Dávid Matras skiftur inn, og í seinna hálvleiki komu Suni Hansen, Poul Kallsberg, Mattias Weihe Joensen og Jens Mortan Samson á vøllin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald