Fótbóltur

U17-landsliðið við dreingjum úttikið

Áki Johansen hevur úttikið hópin sum um mánaðarskifti september-oktober skal til EM-undankapping í Svøríki.

U17-hópurin, sum í apríl mánað tók lut í UEFA menningarkapping í Estlandi. Um mánaðarskifti september-oktober spæla U17-dreingirnir EM-undankapping í Svøríki - Mynd: fsf.fo

U17-hópurin, sum í apríl mánað tók lut í UEFA menningarkapping í Estlandi. Um mánaðarskifti september-oktober spæla U17-dreingirnir EM-undankapping í Svøríki - Mynd: fsf.fo

2019-09-15 18:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimasíðan hjá FSF skrivar, at í døgunum 26. september til 4. oktober tekur føroyska U17-landsliðið við dreingjum lut í EM-undankapping í Svøríki. Umframt at spæla móti svium, skulu okkara dreingir eisini royna seg ímóti Danmark og Litava.

Áki Johansen er venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, og hann hevur nú avgjørt, hvørjir skulu umboða Føroyar til EM-undankappingina í Svøríki. Av teimum 18, ið eru úttiknir, eru sjey, ið hava sína dagligu gongd í donskum feløgum. Hinir koma úr EB/Streymi, Víkingi, B36, HB og Skála.

Hópurin:

Elias Rausborg, Hvidovre IF (Danmark)

Richard Højgaard de Franca, Holbæk (Danmark)

Fayo Kruse, EB/Streymur

Filip Johannesen, EB/Streymur

Emil Weihe Joensen, B36

Mattias Weihe Joensen, B36

Martin Agnarsson, B36

Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

Olaf Barðason, Víkingur

Bergur J. Poulsen, Víkingur

Poul Kallsberg, Skála

Samuel Johansen Chukwudi, HB

Brian Slyne, HB

Heini Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Áki Samuelsen, FC Midtjylland (Danmark)

Suni Hansen, SønderjyskE (Danmark)

Jørgin Nielsen, SønderjyskE (Danmark)

Jonathan Lassesen, HIK (Danmark)


Hópurin er í døgunum frammanundan kappingina (23. til 26. september) venjingarlegu í Holbæk í Danmark  

Skráin til EM:

27. sept. kl. 16:00 Føroyar – Danmark (Larods Hittarp)

30. sept. kl. 16:00 Svøríki – Føroyar (Harlyckans IP)

3. okt. kl. 16:00 Litava – Føroyar (Larods Hittarp)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder