Fótbóltur

U17-landsliðið við gentum úttikið

Øssur Hansen, landsliðsvenjari, hevur úttikið U17-landsliðið við gentum, sum í næstum skal til UEFA menningarkapping í Hvítarusslandi.

2019-04-08 21:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í døgunum 5. til 12. mai fer føroyska U17-landsliðið við gentum til Hvítarussland, har UEFA menningarkapping verður á skránni.

Umframt at spæla ímóti Hvítarusslandi, skulu føroysku genturnar eisini royna seg móti Aserbadjan og Kasakstan.

Øssur Hansen er venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, og hann hevur nú sett navn á tær 18, ið eru úttiknar til kappingina.

Fridrikka Maria Clementsen, AB/B71
Judith Eilersdóttir Rasmussen, AB/B71
Eyðbjørg Reynslág, AB/B71
Rakul Berg í Soylu, AB/B71
Jasmin D. Mittún, B36
Birita P. Rasmussen, B36
Jórunn G. Justinussen, B36
Hanna Dahl Hansen, B36
Ester Ellingsgaard, HB
Sunniva Willemoes, HB
Sára P. Á Líðarenda, Víkingur
Karin G. Áslaksdóttir, Víkingur
Bergljót Hansen, Víkingur
Nancy Einarson, TB
Jenny R. Petersen, ÍF
Kristina Nattestad, 07 Vestur
Malena Olsen, KÍ
Celia Qing Kofod Toxborg, HB Køge (DAN)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder