Síðst í hesum mánaðinum fer U17 landsliðið við gentum til menningarkapping í Albania, og Eyðvør Jakobsen, venjari hevur nú, saman við hjálparvenjarinum Jacobu Langgaard, sett navn á tær átjan, sum skulu umboða Føroyar í kappingini.
Umframt vertstjóðina Albania skulu Føroyar eisini møta Kasakhstan og Wales. Ferðalagið verður burtur í døgunum 24. – 30. november.
Fyrsti dystur verður móti Kasakhstan 24. november, 27. november spæla Føroyar móti Albania, og 30. november hitta føroysku U17-genturnar Wales, skrivar Fótbóltssambandið.
Hópurin, sum er úttikin, er:
Sára Kristiansen, BSF
Brá Zakariasardóttir, B36
Ingrið Berg Rasmussen, EBS/Skála
Maria Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Marta Sofía Østerø, HB
Lý Gray Djurhuus, HB
Mira Bendix Laursen, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Helga Mikkelsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
Jakobina Bergsdóttir, Vildbjerg
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Mirjam Skoralíð, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald